Fullveldi fyri NATO-pengar

17. apríl 2015


Tað er ótrúligt at síggja, hvussu ein lítil viðmerking kann kynda undir stóran eld, tá tú rakar eina eyma tá.


Mánadagin hevði løgtingið aðalorðaskifti um uttanríkismál, og tað sum stendur eftir, er ein lítil viðmerking hjá mær um kostnaðin av at vera limur í NATO.

Á Portalinum fær Høgni Hoydal nógv rúm, har hann roynir at stilla meg út sum lygnara, nú eg dittaði mær at endurgeva nakað, sum Høgni sjálvur hevur sagt fyri nøkrum árum síðani, og eisini hevur hann skrivað eitt lesarabræv um sama evni. Søgan er í stuttum hendan:

Danski ríkiskassin skuldi gjalda loysingina
Tá fullveldislandsstýrið fyri 15 árum síðani ætlaði at loysa Føroyar úr danska ríkinum, vórðu nógvar kanningar gjørdar, sum skuldu prógva, at hetta bar til. Ætlanin var at gera eina avtalu við donsku stjórnina, um at danir skuldu senda nakrar milliardir krónur til Føroya í heili 15 ár eftir at Føroyar høvdu loyst.

Okkurt bendir tó á fulveldisfólkini innast inni ikki trúðu uppá ”projektið”, tí tá sáttmálauppskotið var orðað, stóð ikki í uppskotnum, at tey skuldu hava pengar í 15 ár. Nei har stóð: ”Kongeriget Danmarks bloktilskud til Færøerne bliver herudover yderligere reduceret til DKK 650 millioner årligt.” og síðani stóð: ”Kongeriget Danmarks bloktilskud til Færøerne forbliver herefter på dette niveau realt, indtil bloktilskuddet udgør tre procent af Færøerner bruttonationalprodukt.”

Hetta merkir, at fullveldislandsstýrið ætlaði at fáa blokkstuðul úr Danmark, líka til føroyska bruttotjóðarúrtøkan nærkaðist 22 milliardum krónum. Í løtuni liggur bruttotjóðarúrtøkan um 14 mia. Tað vil siga, at fullveldisríkið Føroyar skuldi sambært hesum framvegis – og nógv ár afturat - fingið 650 mió. krónur í blokkstuðli.

- Nei bíða nú... Har stóð ”på dette niveau REALT”! - Blokkstuðuin skuldi altso prístalsregulerast, so vit tosa helst um einar 850 mió. krónur, sum danski statskassin skuldi lívga fullveldið Føroyar við í 2015 og eini 40 ár framyvir.

Máttu prógva síni ”rættindi”
Tá tú fert til eitt samráðingarborð og biður um so nógvar pengar, so mást tú hava eitt ella annað sum rættvísger kravið. Tí var tað at landsstýrið, dagin fyri sum samráðingarnar skuldu byrja, sendi eitt skriv út til donsku fjølmiðlarnar, har tey vístu á, at Danmark hevði spart nógvar milliardir í limagjaldi til NATO orsaka av Føroyum og Grønlandi. Í skrivinum varð sagt, at Danmark átti at gjalda 3% av bruttotjóðarúrtøkuni í limagjaldi, men var sloppið bíligari orsaka av føroysku og grønlendsku herstøðunum.

Tað var altso sambært Høgna Hoydal ein føroyskur rættur at biðja um pengar úr Danmark. Vit áttu pengarnar, og tí skuldu Nyrup og hansara fólk gera so væl at ganga við til føroyska kravið. Eg síggi nú, at Høgni hevur ikki broytt støðu, tí hann endurtekur kravið í einum lesarabrævi í dag

Og tað var hetta skrivið frá landsstýrinum, sum eg vísti á undir orðaskiftinum um uttanríkismál. Fólk høvdu hug at siga, at limaskapur í altjóða felagsskapum kann geva nógvar møguleikar. Har eri eg ikki ósamdur, men so segði eg, at tað kostar eisini at vera sjálvstøðugur limur í altjóða felagsskapum. Eg vísti á sum dømi, at um vit sum sjálvstøðugur limur í NATO skuldu goldið 3 % av bruttotjóðarúrtøkuni í limagjaldi, so merkir tað, at vit skuldu goldið eina hálva milliard um árið.

Vendir málinum á høvdið
Jógvan Hugo Gardar, journalistur á Portal.fo, tók málið upp, og tað havi eg alla virðing fyri. Hann vildi hava meg at svara, hvaðani eg hevði talið 3% frá, og eg greiddi honum frá, at tað var úr einum tíðindaskrivi frá fullveldislandsstýrinum.

Eftir tað hevði Portal.fo tvær greinar við Høgna Hoydal um sama málið. Men har má eg undrast yvir fleiri úttalilsi, og ikki minst, at hann at síggja til fær ”fría mikrofon”. Tað eydnast honum at koppa málinum somikið á høvdið, at tað verður mín ábyrgd at skula prógva pástandin hjá fullveldislandsstýrinum, meðan leiklurturin hjá Høgna sjálvum er at afturvísa tað, sum nú er blivið ”mín pástandur.” - Hetta er altso Høgni, tá hann er uppá tað allar besta.

Tað undrar meg, at Portal.fo ikki spyr einfalda spurningin, um tað nakrantíð varð prógvað, at ”avslátturin” sum Danmark fekk í limagjaldinum var fyri herstøðirnar í Føroyum og Grønalndi. Tað virkar sum, at tá Høgni sigur tað, so er tað prógv í sær sjálvum. Men eg havi so ikki sæð tað prógvið enn.

Tølini sum fullveldislandsstýrið fann fram til vísa, at tað er ymiskt, hvussu nógv limalondini í NATO rinda fyri limaskapin, men ójavnin fylgir ikki fólkatalinum í teimum ymisku londunum. Tað er rætt, at Noreg rindar meira enn Danmark, men Noreg rindar eisini nógv meira enn Canada, hóast tað búgva næstan 7 ferðir fleir fólk í Canada, enn tað búgva í Noreg.

Roynir at skifta evni
Í staðin fyri at viðgera spurningin um limagjaldið, so vísir Høgni á, at Føroyar vóru bumbumál undir kalda krígnum.

- Jú jú. Vit kunnu vera samdir um, at kalda kríggið var vandamikið, men hvat hevur tað við rokningina at gera? Vit tosa altso um gjald fyri limaskap í altjóða felagsskapum, har NATO varð nevnt sum eitt dømi. Bumbur eru eitt heilt annað evni.

Ræðumynd og trygd samstundis
Høgni ”endurgevur” eisini meg fyri at siga, at Danmark verjir Føroyar hernaðarliga. - Eg má spyrja: Hvar havi eg sagt tað? Mítt úttalilsi var ikki um hermegi, men um gjald til altjóða felagsskapir. At NATO, sum varð brúkt sum dømi, er ein hernaðarligur felagsskapur, er heilt ein onnur søga.

Men tað løgna er, at samtíðis sum Høgni Hoydal finst at Danmark, sum gjøgnum ríkisfelagsskapin og NATO-limaskapin skal hava gjørt okkum til bumbumál, so sigur hann, at tað er Bretland sum verjir Føroyar hernaðarliga. Hví sigur hann so ikki, at grundin til at Bretland verjir okkum, hevur eisini nakað við danska limaskapin í NATO at gera? Tað er ótrúligt, at ein og sami maður kann brúka somu søgu bæði sum ræðumynd og sum trygd í somu grein.

Hví sendi hann pengarnar avstað aftur?
Samanumtikið má sigast, at tað kann ikki vera mín skyld, at fullveldislandsstýrið ikki tordi at loysa, tá tey høvdu møguleikan til tað. Og stóri spurningurin, sum stendur eftir er: Um tað er so, at Danmark hevur fingið so nógvar milliardir í avsláttri fyri Føroyar, hví í verðini hevur Høgni so sent seks av teimum milliardunum aftur til Danmarkar?

Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur