Skulu hini setast í skammikrók?

19. apríl 2015


Sambandsflokkurin kann samstarva við allar flokkar, og vísur tí ongum samstarvsfelagum í skammikrók áðrenn løgtingsvalið og harvið møguliga útihýsur seg sjálvan


Eftir at flestu politisku flokkar hava hildið landsfundir við ymsum partapolitiskum markeringum, er stundin komin til, at vit sum veljarar og fólkavald fyrihalda okkum realistiskt til tað, ið lagt er fram.

Tað ber m.a. í sær, at trekkjast skal frá víðgongdum útmeldingum og vallyftum. Hetta er náttúligt at gera, tí ongin flokkur kemur ígjøgnum við øllum, sum er markerað á landsfundi ella í skáltalum.

Nýggjasta er, at Javnaðarflokkurin á landsfundi hevur markerað skattalættar, avtøku av brúkaragjøldum og annað mangt. Enn hevur flokkurin ikki sagt nakað um, hvat ið hetta kostar, men at rokningin skal sendast vinnufyritøkum.

Hetta er ikki haldført í praksis.

Tað ber ikki til at leggja hissini ófíggjaðar rokningar á borðið og so krossa fingrar fyri, at onkur annar fer at gjalda tær.

Tey, sum fyrihalda seg realistiskt til politiskar markeringar, vita eisini, at hesar hjá Javnaðarflokkinum gerast ikki til praktiskan politikk bara tí, at Javnaðarflokkurin nú hevur markerað.

Hinvegin eiga vit, sum møguliga skulu samstarva og frameftir finna semjur við t.d. Javnaðarflokkin, ikki at melda ov harðliga út.

Sambandsflokkurin eigur ikki at vísa møguligum samstarvsfelagum í skammikrók áðrenn løgtingsvalið og harvið útihýsa seg sjálvan og egnan politikk.

Flestu vita, at okkara flokkur fær trupult við at samstarva við Tjóðveldi eftir valið, tí flokkurin er so víðgongdur. Men harífrá og til at signalera, at Fólkaflokkurin og smærru flokkarnir eru einastu samstarvsmøguleikar frameftir, er at fara ov vítt.

Tað einasta, sum hendir, um flokkar vísa hvørjum øðrum durafjórðingin, er, at samstarvsmøguleikar gerast færri.

Bárður Nielsen
Næstformaður í Sambandsflokkinum


RN


Aftur