Enn ein skattalætti til tey ríku

20. apríl 2015


Í langa tíð hava vit hoyrt og lisið, at skattalættarnir sum eru latnir tey seinastu nógvu árini, eru bara komnir teimum hægru inntøkunum til góðar, meðan tey lægri løntu einki hava fingið. Vit hava eisini hoyrt og sæð, at verandi andstøðuflokkar hava bjóðað seg fram til at venda hesi gongdini.


Tí kom tað sum ein hvøkkur, tá Javnaðarflokkurin á landsfundi leygardagin avdúkaði sítt størsta vallyfti higartil. Nú skal øll barnaansing vera ókeypis. Kommunurnar skulu fáa pengar úr landskassanum, og landskassin skal senda rokningina víðari til vinnuna.

Men er hetta ikki enn ein ”skattalætti til tey ríku”?

Vit hava í dag eina skipan við fríplássum á dagstovnum, í dagrøkt og í frítíðarskúlum. Sambært henni rinda foreldur einki, um inntøkan er niðanfyri kr. 247.900 um árið. Fyri hvørjar 1.000 krónur, inntøkan hækkar, lækkar frádrátturin við tveimum prosentum og er inntøkan omanfyri kr. 292.900 skulu foreldrini gjalda fult gjald.

Um alt nú skal vera ókeypis, so verða tað tey, sum hava inntøku omanfyri kr. 292.900, sum spara pengarnar. Tey gjalda nú fult, men skulu aftaná einki gjalda. Tey sum hava inntøku niðanfyri kr. 247.900 spara einki, tí tey rinda einki sum er.

Staðfestast kann tí, at hetta vallyftið frá landsfundi Javnaðarfloksins er enn ein ”skattalætti til tey ríku”, meðan tey á teimum niðastu rókunum einki fáa.

Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur