Magnus Rasmussen, valevni hjá sambandsflokkinum

20. apríl 2015


Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, er valevni fyri Sambandsflokkin, tá løgtingsval verður.


Magnus er 52 ára gamal og býr í Lamba. Áðrenn hann gjørdist borgarstjóri, arbeiddi hann sum lærari í Runavíkar kommunuskúla í mong ár.

Á heysti í 2008 stillaði Magnus á fyrsta sinni upp til býráðsvalið í Runavíkar kommunu og varð valdur inn og valdur til borgarstjóra. Magnus stillaði upp aftur til býráðsvalið á heysti 2012 og varð eftir valið afturvaldur til borgarstjóra.

Magnus hevur nú gjørt av at stilla upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið, sum skjótt verður. Orsøkin er tann stóri áhugin fyri samfelagsviðurskiftum, saman við kommunalpolitisku royndunum, sum nú ger, at Magnus bjóðar seg fram sum valevni til løgtingsvalið.


RN


Aftur