Smáu valstøðini aftur á tingborð

23. apríl 2015


Helgi Abrahamsen reisir nú enn einaferð ein fyrispurning á tingi um støddina á valstøðunum.


”Eg vil hava lógina broytta áðrenn komandi val, soleiðis at eisini veljarar á teimum smærru plássunum kunnu velja loyniliga.” Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum nú enn einaferð reisir spurningin um valstøðini á tingi.

Helgi Abrahamsen vil hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, at svara, hvussu langt arbeiðið er komið við at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum, og hann spyr eisini, um roknast kann við, at markið verður broytt áðrenn komandi løgtings- og fólkatingsval. Harumframt spyr løgtingsmaðurin, hví arbeiðið tekur so langa tíð, og um landsstýriskvinnan kann bera so í bandi, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum á komandi fólkatings- og løgtingsvali verða taldar saman við einum størri valstaði.

Val eiga at vera loynilig
Helgi Abrahamsen vísir á, at ein meginregla í vallógini er, at val skulu vera loynilig, men av tí at summi valstøð hava sera fáar veljarar, ber í teimum førunum næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. ”Dømi eru um fólk, sum ikki tora at velja eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum,” sigur Helgi Abrahamsen.

Í vallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn 10 veljarar (sum eru einans tríggir veljarar fleiri, enn tað eru flokkar í løgtinginum). ”Hetta er ein sera óheppin støða fyri demokratiið á smáplássunum, og tað kann als ikki góðtakast, sigur Helgi Abrahamsen.

Bæði í november 2012 og í august 2014 setti Helgi Abrahamsen fyrispurningar um trupulleikan, men hóast viljin ikki tóktist skorta, so er einki hent í málinum síðani.


RN


Aftur