Reimund Langgaard, setur Jørgen Niclasen skrivligan fyrispurning

29. apríl 2015


Reimund Langgaard, setur Jørgen Niclasen, Landsstýrismanni í Undirstøðukervismálum, skrivligan fyrispurning um at hoyra útvarp í Leirvíkartunlinum


Skrivligur fyrispurningur eftir grein 52a

- til Landsstýrismannin í Undirstøðukervismálum, Jørgen Niclasen



Spurningar:

1. Hvussu nógv akfør koyra árliga ígjøgnum Leirvíkartunnilin?
2. Í hvussu nógvum av stóru tunlunum hoyrist útvarp ikki?
3. Hvussu nógv kostar tað at fáa útvarp í Leirvíkartunnilin?
4. Er landsstýrismaðurin samdur við spyrjaranum, at tað betrar um ferðslutrygdina, at útvarp hoyrist í tunlinum?
5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fáa útvarp í tunnilin, og í so fall, nær kann væntast, at hetta verður liðugt?


Viðmerkingar

Í vikuni bar P/F Norðoyatunnilin tíðindini, at nú bar til at hoyra allar útvarpsrásirnar í Norðoyatunlinum – eisini t.d. KissFM og Voxpop – og er hetta kanska ikki meir enn rímuligt í 2015.

Tað undrar kortini stórliga, at tað enn ikki ber til at hoyra Útvarp Føroya í grannatunlinum, sum enntá hevur nógv meira ferðslu enn Norðoyatunnilin.

Tí vil spyrjarin staðiliga heita á landsstýrismannin um at virka so fyri, at tað skjótast tilber verður møguligt at hoyra útvarp í Leirvíkartunlinum eisini.

Spyrjarin er eisini av tí áskoðan, at radiosignal kann betra um trygdina, bæði tí, at hetta kann brúkast til samskifti, um ein vanlukka skuldi hent í tunlinum, og tí at vantandi útvarp kann hava við sær, at akfør koyra óneyðuga skjótt fyri at náa at hoyra t.d. tíðindini.

Reimund Langgaard
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur