Nú skulu smærru sjúkrahúsuni fyribeinast

29. apríl 2015


Smærru sjúkahúsini undir stórum trýsti


Rumbul og orðaskifti hevur seinastu tíðina verið um ein av okkara mest týðandi hornasteinum í vælverarsamfelagnum – sjúkrahúsverkið, sum vit øll eiga at fara væl um!

Sjúkrahúsini eru undir støðugum trýsti, m.a. tí at viðgerðarmøguleikarnir gerast fleiri, nýggjur kostnaðarmikil heilivágur kemur á marknaðin dagliga, læknavísindin gerst alt meira spesialiserað, nógvir av sjúkrahúsbygningunum eru ikki nútíðarhóskandi og tørvur er á støðugt hækkandi játtan.

Avbjóðingin er stór og tillagingar skulu uttan iva til.

Orðaskiftið kann tí verða gagnligt, so leingi tað er á einum sakligum støði, tí tað er neyðugt at finna útvegir fyri, hvussu vit best skipa okkara sjúkrahúsverk í framtíðini. Og høvuðsdenturin eigur sjálvsagt at verða lagdur á at seta sjúklingin í miðdepilin.

Men alt orðaskiftið hevur tíverri ikki verið sakligt, og seinastu dagarnar hevur borið av.

Í hernað móti smærru sjúkrahúsum
Tað tykist sum um bæði Kringvarp Føroya og ávísir læknar eru farin í hernað móti smærru sjúkrahúsunum, har høvuðsboðskapurin tykist vera, at smærru sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri skulu fyribeinast, fyri at fáa sjúkrahúsverkið at virka. Hetta verður enntá gjørt uttan sakligar grundgevingar.

Smærru sjúkrahúsini eru ikki trupulleikin
Vit skulu minnast til, at tað eru ikki smærru sjúkrahúsini, ið eru trupulleikin í sjúkrahúsverkinum. Tey virka væl og eru eftir míni bestu sannføring vitalur partur av heilsuskipanini, bæði í lokaløkinum og fyri borgarar um alt landið. Tey eiga tí at mennast enn meira. Og hetta eigur at verða gjørt við at leggja hóskandi sergreinar, uppgávur og ábyrgdarøki í trygga legu har.

Vit skulu eisini gera okkum greitt, at Landssjúkrahúsið fær ongan fyrimun av, at smærru sjúkrahúsini verða fyribeind. Landsjúkrahúsini er ovbyrjað sum er, og skal tí sjálvsagt eisini raðfestast og fáast at virka enn betur.

Vit hava brúk fyri hvørjum króki í øllum trimum sjúkrahúsum.

Samanlegging ikki rætta loysnin
Aðrastaðni hevur tað víst seg, at samanleggingar av sjúkrahúsum ikki hava eydnast serliga væl. Eingir pengar eru vunnir í rakstri, útbyggingarkostnaðurin hevur verið øgiligur, og tænastan til sjúklingin er ikki batnað. Hví ikki læra av hesum, heldur enn at gera somu feilir, sum okkara grannar hava brent seg av?

Sláa manngarð um smærru sjúkrahúsini
Vónandi eru partar í politisku skipanini og aðrastaðni við, sum ynskja at verja borg, tá um smærru sjúkrahúsini og samlaða heilsuverki ræður. Saman eiga vit at sláa manngarð um smærru sjúkrahúsini og avvísa blangt at niðurleggja leiðslurnar har.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn taka undir við KVF og ávísum læknum
Javnaðarflokkurin hevur, tá hann hevur umsitið heilsumál, arbeitt við at niðurleggja týðandi heilsutænastur í útjaðaranum. M.a. arbeiddu bæði Hans Pauli Strøm og John Johannesen við at niðurleggja stjórastørvini í Klaksvík og á Tvøroyri við at seta ein stjóra í Havn fyri øll sjúkrahúsini. Læknavaktin varð flutt til Havnar og seinni flutti Aksel V. Johannesen føðistovuna suður.

Tjóðveldi boðaði somuleiðis í Degi & Viku í vikuni frá, at tey vóru samd um, at smærru sjúkrahúsini einans skuldu vera deildir, stýrdar av sentralari leiðslu úr Havn. Framsókn hevur í sínari stevnu, at einans eitt sjúkrahús verður í Føroyum.

Hesir flokkar taka tí eftir øllum at døma undir við KVF og ávísum læknum, sum tykjast vísa á, at einasta loysnin er at niðurlaga smærru sjúkrahúsini.

Leiðin at ganga
Leiðin at ganga er, at vit halda rimmar fast við galdandi sjúkrahúslóg, har tað er ásett, at vit skulu hava trý sjúkrahús við hvør sínari leiðslu.
Landsstýrismaðurin eigur tí beinanvegin at gera greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum tey trý sjúkrahúsini og harvið fastleggja, hvørjar sergreinar og tænastur tey trý sjúkrahúsini skulu røkja hvør sær, og hvørjar serviðgerðir vit skulu samstarva við onnur lond um.

Tá tað er gjørt, ber til at menna samstarvið millum sjúkrahúsini, kommunulæknarnar og aðrar partar í heilsuverkinum, soleiðis at heilsuverkið fæst at virka sum ein eind, har sjúklingurin verður settur í miðdepilin og sleppur í viðgerð so skjótt sum til ber har rætta serfrøðin er.

Ásetingar um hesi viðurskifti eru feld í samgonguskjalið, so tað er bara at fara til verka. Okkara heilsutænastur eiga í minsta lagi at vera á hædd við tær í grannalondunum.

Fari at enda at undirstrika, at greinin á ongan hátt er ætlað sum eitt álop á mongu starvsfólkini, sum starvast í heilsuverkinum og gera eitt megnararbeiði undir mangan trongum kørmum.

Bjørn Kalsø
Landsstýrismaður


RN


Aftur