Tilfeingisgjøldini eru longu brúkt

29. apríl 2015


Við hetta lag, verður einki at goyma, og vit tryggja heldur einki haldføri, tí vit brúka allar pengarnar longu áðrenn teir nakrantíð eru komnir í kassan


”Fíggjarliga haldførið” er eitt hugtak, sum vit hava hoyrt nógv um ta seinastu tíðina. Vit fáa at vita frá búskaparfrøðingum, at tað er ikki nóg mikið, at vit klára at venda hallinum hjá landskassanum til avlop, tí vit mugu eisini hyggja longur fram í tíðina. Vit mugu vera klár at møta tíðini, tá ein størri partur av føroyingum verða pensjónistar, og tá fólkatalið møguliga aftur fer at minka, verður sagt.

Tvær loysnir
Tað eru serliga tvær loysnir, sum hava verið nevndar í hesum sambandinum. Onnur er uppsparing til pensjónir og hin er tilfeingisgjøld. Sjálvur havi eg góðar vónir um, at vit, langt um leingi, nú fara finna eina breiða semju á pensjónsøkinum, hóast vit í mun til okkara grannalond eru alt ov sein á veg.

Hvussu verður við semjuni um tilfeingisgjøld er ilt at siga. Men tað løgna er, at tað tykist sum at teir pengarnir eru langt síðani brúktir, longu áðrenn teir nakrantíð eru fingnir til vega.

Soleiðis fara pengarnir
Tá løgtingið um ársskiftið viðgjørdi fíggjarlógina fyri 2015, hevði andstøðan uppskot um fleiri útreiðslur, men kortini var undirskotið hjá teimum minni enn í uppskotinum hjá landsstýrinum. Orsøkin var, at sambært teirra uppskoti skuldi meira koma frá vinnuni. Tilfeingisgjøldini skuldu rinda fyri alt frá valstríði hjá politisku flokkunum, til Tjóðleikhús og Kirkjubømúrin.

Javnaðarflokkurin hevur harumframt lovað skattalætta til lægru inntøkurnar, og eisini hann skal fíggjast við tilfeingisgjøldum.

Undirskotið á fíggjarlógini skal burtur, og eisini har eru tað tilfeingisgjøldini sum skulu gjalda.

Tá fullveldisfólkini verða spurd, hvussu tey ætla at fíggja teirra fullveldisætlan, so vísa tey á stóra ríkidømið í fiskivinnuni og alivinnuni. Tilfeingisgjøldini haðani skulu koma ístaðin fyri ríkisveitingina úr Danmark.

Næstseinasta vikuskifti hevði Javnaðarflokkurin landsfund, og har føddist enn eitt uppskot, sum skal fíggjast við tilfeingisgjøldum. Nú skal barnaansingin vera ókeypis fyri foreldur, tí alivinnan skal gjalda. Eg gangi úr frá, at tá nýggi formaðurin í Pedagogfelagnum sær hetta, so fer hann at siga, at tá tit hava ráð til ókeypis ansing, so hava tit eisini ráð at geva starvsfólkunum hægri løn. - Og vinnan fær rokningina.

Umframt alt hetta skulu vit minnast til, at vit eru í einum valári, og tað skal undra meg nógv, um ikki fleiri uppskot fara at verða drigin upp úr skjáttuni, har ið tilfeingisgjøld standa á inntøkusíðuni.

Men hvat hendur við øllum hesum útreiðslunum, um alivinnan aftur verður rakt av sjúku, ella makrelstovnurin minkar? Hvar verður tá fíggjarliga haldførið?

Brúksveitslan er byrjað
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg taki undir við, at landskassin krevur tilfeingisgjøld frá vinnuni.

Búskaparfrøðingar mæla til, at vit bara brúka avkastið av tilfeingisgjøldunum, og at vit goyma sjálva tilfeingisognina til komandi ættarlið. Men við hetta lag, verður einki at goyma, og vit tryggja heldur einki haldføri, tí vit brúka allar pengarnar longu áðrenn teir nakrantíð eru komnir í kassan.

Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur