Reimund Langgaard, setur Karsten Hansen skrivligan fyrispurning

30. apríl 2015


Reimund Langgaard, setur Karsten Hansen, landsstýrismanni í Heilsumálum, skrivligan fyrispurning um føðistovurnar á smáu sjúkrahúsunum


Skrivligur fyrispurningur eftir grein 52a
- til landsstýrismannin í Heilsumálum, Karsten Hansen

Spurningar:
1. Er landsstýrismaðurin samdur við úttalilsunum hjá serlæknanum Poul Martin Berthelsen, tá hesin á VP.fo, tann 15. mars vísti á, at fyri at hava eina fullgóða føðistovu, har lívið hjá móður og nýføðingi ikki skulu verða í óneyðuga stórum vanda, er neyðugt at hava nakrar grundresursir, so sum serlæknar og blóðbanka o.a. á staðnum?

2. Er landsstýrismaðurin samdur við úttalilsunum hjá Shain Gaini, serlækna, tá hesin í samrøðu við Sosialin, tann 10. apríl greiðir frá, at tað ikki er ráðiligt at lata kvinnur føða á einum sjúkrahúsi, har hvørki ein narkosolækni ella ein kirurgur eru knýttir fastir at?

3. Umframt omanfyrinevndu læknar, hava eisini Landslæknin og Landssjúkrahúsið mælt til, at føðistovan á Tvøroyri verður niðurløgd. Eru aðrir myndugleikar ella læknafakligar tilráðingar, sum eisini mæla til at steingja føðistovuna á Tvøroyri?

4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa um aðrar læknafakligar tilráðingar hava eitt annað tilmæli um føðistovuna á Tvøroyri enn omanfyrinevndu læknar og stovnar?

5. Um tað, sum læknarnir greiða frá, er rætt, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við støðuna?

6. Fáa kvinnur, sum eftir ætlan skulu føða á Tvøroyri, greitt at vita um vandan, við at føða á sjúkrahúsi uttan neyðugar serlæknar og resursir?

7. Hvørjar sømdir fáa tey, sum í løtuni noyðast til Havnar at bíða í dagar ella vikur, til tær skulu eiga?

8. Eru verandi sømdir nøktandi, og um ikki, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta hesar sømdir?

9. Shahin Gaini vísti á, at longu nú eru syrgilig dømi um sjúklingar, sum ikki hava fingið nøktandi viðgerð, einans orsakað av vantandi vitan og fakligheit. Kann landsstýrismaðurin váttað ella avsanna hetta?

10. Um so er, at barn hevur fingið skaða undir føðing grundað á vantandi resurisir ella serlæknar á sjúkrahúsinum, hvørjar lógartryggjaðar skyldur hevur samfelagið so mótvegis teimum avvarandi?

11. Er dømið um aðra deild, sum hevði verið tryggari fyri sjúklingarnir, um hon var á Landssjúkrahúsinum, heldur enn á øðrum av teimum smærri sjúkrahúsunum?

12. Er tað satt, tá Poul Martin Berthelsen førir fram, at smá sjúkrahús við minni ressursum, geva ein falskan tryggleika við akuttari sjúku?


Viðmerkingar
Í grein á vp.fo tann 15. mars skrivar Poul Martin Berthelsen, sum hevur verið lækni í 40 ár (harav 30 ár sum yvirlækni í kvinnusjúkum og føðingarhjálp í Svøríki og Noregi) fylgjandi: “Kemur ein sjúklingur við tørvi á akuttari operatión, medisinskari viðgerð ella at eiga barn eru nakrir basisressursir, sum eiga at vera upp á pláss døgnið runt alt árið. Tað eru serlæknar í gynækologi, anæstesiologi, pædiatri, kirurgi, ortopedi, radiologi og medisin við hartil hoyrandi kringpersonali av øllum slag. Harafturat blóðbanki, intensivdeild og laboratorium.

Tað kann kosta lívið bæði hjá vaksnum og nýføðingum um hesar ressursir ikki eru upp á pláss við akuttum sjúklingum. Smá sjúkrahús við minni ressursum enn omanfyri geva ein falskan tryggleika við akuttari sjúku.”

Í samrøðu við Sosialin tann 10. Apríl sigur Shahin Gaini, serlækni á landssjúkrahúsinum: “Eitt sjúkrahúsverk er ein pakkaloysn, har fleiri læknar mugu arbeiða saman fyri at geva sjúklingum tað bestu viðgerðina. Og ein vansi við at spjaða tað lítlu serfrøðina vit hava kring trý sjúkrahús er, at tað kann ganga ov lang tíð frá tí sjúklingurin vendir sær til sjúkrahúsverkið, til viðkomandi fær røttu viðgerðina.”

Somuleiðs sigur hann: “Hóast hann ikki vil nevna nøkur ítøkilig dømi, so vísir Shahin Gaini á, at longu nú eru syrgilig dømi um sjúklingar, sum ikki hava fingið nøktandi viðgerð einans orsaka av vantandi vitan og fakligheit.”

Um politisku skipanina, sigur hann: “politikararnir lurta ikki eftir fakligum tilráðingum, og taka so at siga altíð onnur faklig atlit framum. Politikararnir halda fast um, at tað skulu verða trý sjúkrahús í Føroyum, men vilja ikki siga hvat skal verða á hvørjum sjúkrahúsið.”

Og um føðistovuna í Suðuroy, sigur hann: “Fakliga tilmælið frá Landssjúkrahúsinum og Landslæknin søgdu fyri nøkrum árum siðan, at tað ikki var ráðiligt at hava barnsburðardeild á Tvøroyri. – Og orsøkin er sera einfalt tann, at man metti ikki, tað var ráðiligt at lata kvinnur føða á einum sjúkrahúsi, har hvørki ein narkosolækni ella ein kirurgur eru knýttir fast at sjúkrahúsinum.

Um til dømis ein bráðfeingis keisaraskurður má gerast, so er eingin serlækni har at gera tað.” Um hetta sigur hann eisini: “Eg haldi tað er rætt og rímuligt at kvinnur, sum skulu føða, fáa at vita, at her er eingin narkosulækni ella kirurgur, tá tú skal føða, og at tað er ein ávísur vandi við tí.”

Í vikuni kunngjørdi Maria Milland, serlækni á Ríkissjúkrahúsinum, eina stóra kanning, sum hevur kannað 1,1 milliónir føðingar í Danmark. Kanningin vísti, at tað eru nærum tvífalt so nógvir álvarsligir skaðar á teimum smáu sjúkrahúsunum, í mun til tey stóru. Hon sigur m.a:” Et fødested med to til tre fødsler om dagen har ikke samme flow af komplicerede eller afvigende forløb, som du har på et stort fødested, hvor de har 15-20 fødsler om dagen, og det er formentlig det, som vi kan aflæse.”

Mítt fremsta hjartamál er at verja tey óføddu børnini móti fosturtøku. Men saman við hesum hoyrir sjálvsagt til, at vit eisini eiga at verja tey móti øðrum vandum. Um so er, at føðistovan á Tvøroyri er ein følsk trygd, so má landsstýrismaðurin sjálvsagt gera nakað við støðuna.

Lat meg gera greitt, at endamálið við spurninginum er ikki, at spara pening ella at miðsavna alt heilsuarbeiði í Tórshavn, men at fáa trygd fyri, at vit hava ein skipan, har lívið og heilsan hjá tí einstaka føroyingum er í tryggum hondum.

Um úrslitið av øllum tilmælunum er, at føðistovan á Tvøroyri steingir, so má landsstýrismaðurin sjálvsagt finna eina góða loysn fyri allar tær kvinnur, ið óivað noyðast til Havnar at bíða í fleiri vikur – og sum kanska longu hava fleiri børn.

Reimund Langgaard
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur