Orðaskifti um Ríkisfelagsskapin í dag

5. mai 2015


Fólkatingið hevur í dag Ríkisfelagsskapin til viðgerðar í sínum árliga spurnarorðaskifti um felagsskapin


Orðaskiftið verður stutt eftir kl. 12.00 í dag, tá ið fundur byrjar í Fólkatinginum.

Talan er um eitt orðaskifti, har ið allir flokkar í Fólkatinginum eru við og skifta orð um møguleikar og avbjóðingar í Ríkisfelagsskapinum millum Føroyar, Danmark og Grønland.

Sum vera man eru føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir við í orðaskiftinum, sum verður sjónvarpað beinleiðis á internetinum á hesi slóð:

http://www.ft.dk/webTV/Direkte.aspx


RN


Aftur