Arrogant Helle Thorning reingir veruleikan

6. mai 2015



- Forsætisráðharrin talar ímóti fakta og ímóti síni egnu ráðharrastovu, tá ið forsætisráðharrin pástendur, at heilsumál er føroyskt sermál, ið Danmark onga fíggjarliga ábyrgd hevur av – arrogant og reingjandi, sigur Edmund Joensen

- Seinasta orð er ikki sagt, og sum fólkatingsmaður fari eg at halda fast í hesum máli.

Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, eftir orðaskiftið um Ríkisfelagsskapin í Fólkatinginum í dag.

Edmund Joensen setti forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt, henda spurning:

- Hvussu ætlar stjórnin at tryggja, at Føroyar koma upp á eitt støði í heilsuverkinum, sum er á leið hitt sama sum hitt danska?

Orsøkin til, at fólkatingsmaðurin setti spurningin, er, at heilsumál eru felagsmál í Ríkisfelagsskapinum og verða fíggjað av Føroyum og Danmark í felag.

Ein onnur orsøk er, at forsætisráðharrin fyri fimm mánaðum síðani segði soleiðis í orðaskifti við Edmund Joensen:

”… så længe et område ikke er overtaget, er det vores pligt at sikre, at standarderne er stort set de samme i hele Rigsfællesskabet”.

- Hetta er eitt lyfti, sum ein forsætisráðharri má standa við og gera álvara av, sigur Edmund Joensen, sum í orðaskiftinum vísti fólkatinginslimum á, hvussu vánalig støðan er í føroyska heilsuverkinum, har ið tað eitt nú mangla uml. 50 serlæknar.

- Tíverri vísir dagsins orðaskifti, at sosialdemokratiski stjórnarleiðarin skákar sær undan sínum skyldum, og hon rennur beinleiðis undan ábyrgd. Í felagsmálum eiga bæði londini at fíggja nøkulunda javnbjóðis, og støðutakanin hjá Helle Thorning-Schmidt kann ikki góðtakast.

Edmund Joensen vísir til Løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 26. mai í 2011.

Út frá henni kann staðfestast, at heilsumál eru IKKI yvirtikin sum sermál, so sum forsætisráðharrin pástendur.

- Okkurt bendir á, at forsætisráðharrin ikki hevur skilt samanheingin.

Eisini vísir Edmund Joensen á, at Forsætisráðið sjálvt sigur, at heilsumál eru felagsmál.

Forsætisráðið gevur á hvørjum ári út eina frágreiðing um føroysk viðurskifti, og har hevur í mong ár staðið hitt sama, at: ”sagsområdet er således fortsat fællesanliggende”.

- Seinasta orð er ikki sagt, og sum fólkatingsmaður fari eg at halda fast í hesum máli, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

- - -

Her niðanfyri er dagsins røða hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, í Fólkatinginum: Les meira ....


RN


Aftur