Eivin H. Jacobsen, setur Johan Dahl skrivligan fyrispurning

7. mai 2015


Eivin H. Jacobsen setur Johan Dahl, landsstýrismanni í Vinnumálum, skrivligan fyrispurning um dekning og hoyrilíkindi viðvíkjandi telefonsamskifti


Skrivligur fyrispurningur eftir grein 52a
- til Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin í vinnumálum kunna Løgtingið um Føroya Tele hevur nakrar ætlanir um at betra um dekningin og hoyrilíkindini, tá koyrt verður á landsvegunum?
2. Hevur Føroya Tele nakað yvirlit yvir, hvussu dekningurin og hoyrilíkindi eru runt um í landinum?
3. Føroya Tele hevði eitt stórt avlop í 2013, har landskassin fekk 30 mió.kr. í vinningsbýti, og árið 2014 var nærum líka gott. Átti hetta ikki, at komi brúkarunum til góðar við betri hoyrilíkindum?


Viðmerkingar
At hava eitt gott støðugt telenet og samskifti eigur at verða ein sjálvfylgja í einum framkomnum samfelag nú vit skrivað 2015, bæði privat og vinnuliga.

Vit mugu ásanna, at okkara dagligdagur seinastu árini er nógv broyttur, og byrjar vanliga við, at tú hevur brúk fyri at samskifta, antin innan arbeiði ella privat.

Hetta er ein tørvur, sum er uttan mun til um tú koyrir í einum bussi, taxa ella privatakfari. Menningin tøkniliga í dag í flest øllum akførum gerð tað møguligt at samskifta uttan at bróta ferðslulógina, tí er hetta vorðið ein partur av arbeiðsdegnum.

Kemur tú til landið ella til flogvøllin í dag og hevur brúk fyri at samskifta á veg til miðstaðarøkið, ja so skalt tú verða vísur í, at tað kann bróta av upp til 3 ferðir á túrinum. Um støðan er eins vánalig á øðrum vegastrekkjum í landinum, kundi verið áhugavert at fingið upplýst.

Føroya Tele hevur sum endamál at veita eina góða og bíliga samskiftistænastu. Í 2014 fekk landskassin 30 mió.kr. í vinningsbýti, tí átti tað at verið upplagt, at partur av hesum ístaðin kom brúkarunum til góðar við betri hoyrilíkindum.

Eivin H. Jacobsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur