Andstøðuuppskotið er ikki nóg gott

9. mai 2015


Eg fegnist um, at Almannaráðið arbeiðir við at endurskoða skipanina við fríplássum, soleiðis at hetta markið verður hækkað, og trúgvi eg, at hetta er eitt stig á leiðini


Fyrst av øllum, vil eg nýta høvið til at takka teimum, sum hava varpað ljós á, at ikki øll í Føroyum hava tað eins gott. Relativað fátækradømið, sum vit síggja í Føroyum, er sjálvsagt ikki so ringt sum tann hungursneyð, sum vit síggja í øðrum londum, men hon er nóg ring, og eiga vit avgjørt at gera enn meir fyri at hjálpa hesum fólkunum.

Tí vil eg hervið heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at koma við einum uppskoti um, hvussu best hjálpa hesum fólkum og børnum – vónandi vil ráðið hava hetta uppskotið klárt longu á Ólavsøku. Grundin til, at eg ynskja at heita á landsstýriskvinnuna um at koma við nýggjum uppskoti, heldur enn at taka undir við verandi uppskoti frá andstøðuni, er, at eg ikki meti, at hetta er nóg væl gjøgnumarbeitt, og vil er niðanfyri greiða frá hví.

Í svari frá fíggjarmálaráðnum til Bjarna Djurholm, stendur at lesa, at ein einlig mamma við 2 børnum og eini mánaðarligari inntøku á um 21.000 kr., hevur góðar 19.000 kr. eftir (eftir skatt, ískoyti og barnaansing), meðan ein einlig mamma við 2 børnum og eini mánaðarligari inntøku á 25.000 kr, hevur umleið 600 kr. minni eftir. Grundin til, at hon kann hava 600 kr. minni eftir, hóast inntøkan er 4.000 kr. meir um mánaðin, er at hon missir fríplássið í barnagarðinum.

Um vit nú samtykkja verandi uppskot frá andsstøðuni og geva tí fyrr nevndu mammuni 3.000 kr skattafrítt í barnaískoyti um mánaðin, meðan tann seinna einki fær, so vil tað hava við sær, at ein einlig mamma við 2 børnum, sum tjenar um 21.000 kr., hevur um 22.000 kr eftir, meðan ein sum tjenar um 25.000 kr., hevur um 18.500 kr. eftir – altso vil man hava um 4.000 kr minni eftir, um man fer um 4.000 kr. upp í løn. Hetta vil so hava við sær, at fólk ikki hava ráð at fara upp í løn – og tí nokk mugu til at arbeiða niðursetta tíð, um tey fáa eina lønarhækkan.

Omanfyri nevndi trupulleiki er eisini galdandi fyri pensjónistar, sum vegna mótrokning, eisini kunnu koma í ta støðuna, at tað kostar teimum at fara til arbeiðis – hetta er ikki góður politikkur. Tað skal loysa seg at arbeiða, samstundis sum vit hjálpa teimum, sum ikki fáa arbeitt.

Eg kenni ikki svarið uppá, hvussu vit best hjálpa teimum, sum hava trupulleikar við at fáa endarnar at røkka saman. Eg fegnist um, at Almannaráðið arbeiðir við at endurskoða skipanina við fríplássum, soleiðis at hetta markið verður hækkað, og trúgvi eg, at hetta er eitt stig á leiðini. Men helst mugu onnur tøk eisini takast, men sum sagt, so hevur Almannaráðið vónandi eitt gott og gjøgnumarbeitt uppskot klárt á Ólavsøku.

Reimund Langgaard
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur