Nú fer útvarp at hoyrast í Leirvíkstunlinum

13. mai 2015


Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi nr. 88/2014 eftir § 52a í tingskipanini frá Reimund Langgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Leirvíkstunlinum


Í svarinum verður upplýst, at ferðsluteljingar vóru gjørdar í Leirvíkartunlinum í 2013, og var miðalferðslan 3.727 akfør um samdøgrið gjøgnum tunnilin, og sostatt samanlagt 1,36 mió. akfør um árið.

Leirvíkartunnilin er tann einasti av stóru tunlunum, har útvarpið ikki hoyrist.

Landsverk hevur kannað málið, og mett verður, at tað kostar umleið 400 tús. kr. at gera verkætlanina, soleiðis at útvarpið hoyrist í Leirvíkartunlinum.

Verkætlanin verður eftir ætlan framd eftir sama leisti sum í Kollfjarðartunlinum, sum merkir, at Landsverk og Mentamálaráðið fíggja og fremja verkætlanina í felag.

Tað at útvarpið hoyrist í tunlum er ætlað sum ein tænasta til borgarar, heldur enn eitt beinleiðis ferðslutrygdartiltak. Tað kann betra trygdina, at útvarpið hoyrist í tunlinum, soleiðis at bilførarar verða kunnaðir um møgulig óhapp, og hvussu teir skulu bera seg at í neyðstøðu.

Samskifti hevur verið millum Fíggjarmálaráðið, Landsverk og Mentamálaráðið um at finna eina loysn á málinum um fígging.

Miðað verður ímóti, at arbeiðið verður liðugt í ár, soleiðis at Útvarpið eisini hoyrist í Leirvíkartunlinum.

Reimund Langgaard, løgtingsmaður, fegnast um svarið frá landsstýrismanninum og vónar, at hesir nýggju møguleikar at hoyra útvarp í Leirvíkstunlinum, verða til gagns fyri tey koyrandi, bæði hvat viðvíkur tænastu og trygd.

Les svarið frá landsstýrismanninum - her ....

Sambandsflokkurin


RN


Aftur