Endurvenjing - nú ein lógartryggjaður rættur

14. mai 2015


Vit kunnu nú fegnast um, at vit loksins hava tryggjað endurvenjing við lóg, innan sjúkrahúsverkið og almannaverkið


Hetta er nakað, sum Sambandsflokkurin hevur arbeitt hart fyri í fleiri ár, og sum var ein partur av valskránni hjá flokkinum í 2011. Sambandsflokkurin hevur her hildið sítt vallyftið og víst veg á sosiala økinum.

Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið skal nú veita endurvenjing til sjúklingar, sum eru raktir av sjúku ella skaða, t.d. Apoplexi , gikt, torticolles, krabbameini, parkenson, scelerose, geriatri, kol, hjartasjúkur og ortopedkirurgi.

Hesi skulu hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing, og verður ein skrivlig endurvenjingarætlan gjørd til endamálið. Í endurvenjingarætlanini skal standa, hvørjar førleikar sjúklingurin hevur mist, og hvørjar førleikar mett verður, at sjúklingurin kann fáa aftur, hvat slag av venjing og hvar venjingin skal veitast.

Endurvenjingarætlanin verður gjørd saman við sjúklinginum og skal í seinasta lagi verða gjørd, áðrenn sjúklingurin verður útskrivaður. Um sjúklingurin ikki er førur fyri sjálvur at vera við, skal ein næstringur vera við.

Almannaverkið
Tá fólk hava brúk fyri almennum endurvenjingartilboði, veitir Almannaverkið endurvenjing til borgarar, sum hava mist førleikan. Málið við tilboðunum er at tryggja, at ein kann verða á arbeiðsmarknaðinum, ella klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.

Tørvurin á endurvenjing
Tað finnast í løtuni ongi neyv hagtøl um tørvin á endurvenjing, men út frá nøkrum kanningum og metingum, er alt, sum bendir á, at tað eru nógv fólk, sum fara at fáa gagn av endurvenjing.

Eg vil sum forkvinna í Trivnaðarnevndini takka landsstýrisfólkunum, Anniku Olsen og Karsten Hansen fyri gott samstarv, í hesum fyri meg, so týdningarmiklað máli.

Rósa Samuelsen
Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin og forkvinna í Trivnaðarnevndini


RN


Aftur