Hjartaliga tillukku við Sambýlinum á Strondum

23. mai 2015



Tað er av røttum ein stórur dagur á Strondum í dag, leygardag 23. mai 2015, nú nýggja Sambýlið letur upp.

Í nógv ár hevur hetta sambýlið mangla á vestursíðuni á Skálafjørðinum og hetta hava bygdaráðini í Sjóvar kommunu víst á tey seinastu 30 árini, so teirra partur liggur ikki eftir.

Sjóvar kommuna hevur verið við í øllum útbyggingum av røktar- og ellisheiminum í Eysturoynni, og rós skulu tey hava fyri tað.

Í sama tíðarskeiði hevur Sjóvar kommuna alla tíðina strongt á, fyri at fáa bygt eitt eldrasambýli á Strondum til sínar og aðrar borgarar, men striltið hevur gingið, og orsøkin fyri hesum er landsmyndugleikin á økinum.

Nú Sambýlið verður tikið í brúk, eru tað kommunurnar við Skálafjørðin, sum eru felags um byggingina, og Sambýlið verður ein partur av Økistænastuni hjá Skála-fjarðarsamstarvinum, sum við hesum kann veita teimum eldru eina tænastu, sum er millum tær bestu í Føroyum.

Sjálvur eri eg burturstaddur henda leygardagin, og kann tíverri ikki vera við til henda stóra fagnaðardag, sum eftir mínum tykki skuldi havt verið fyri fleiri árum síðani.

Tí ynski eg tykkum á Strondum og Økistænastuna við Skálafjørðin, hjartaliga tillukku við Sambýlinum, við ynski um, at Harrin má vælsigna búfólkini og starvsfólkini, sum koma at búleikast og starvast har.

Vinarliga

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur