Búskaparlig framgongd

25. mai 2015


Framgongdin í føroysku vinnuni seinnu árini, hevur verið hornasteinurin undir framgongdini í føroyska búskapinum, ið aftur er ein fortreyt fyri einum framtíðartryggjaðum vælferðarsamfelag og búskaparligum haldføri


Vinnudrivin búskaparvøkstur
Búskaparliga framgongdin seinnu árini, er skapt við stabilum kørmum fyri vinnu og borgarar, og hóast brotasjógvarnir frá altjóða fíggjar- og búskaparkreppu leikaðu í, varð vald ein hóvlig leið at stimbra vinnuligum virksemi og síðan at fáa javnvág á almennu kassarnar.

Við løgdu fíggjarkørmunum, fáa vit aftur yvirskot á landsins fíggjarlóg í 2016.

Teir karmar, ið vórðu lagdir fyri alivinnuna, tá ið hon var farin fyri bakka, hava borið ávøkst og hava, saman við dugnaligum leiðslum, verið viðvirkandi til, at vit í dag hava eina alivinnu í heimsflokki.

Harumframt hava vit vunnið okkum nógv størri kvotur av pelagiskum tilfeingi, ið hevur økt munandi um okkara útflutningsvirði og skapt heilt nýggjar møguleikar fyri enn størri framburði innan okkara fiskivinnu.

Grundarlag fyri størri vøkstri
Møguleikarnir fyri framburði í hesum vinnum, eru framvegis stórir. Hesin framburður er í gongd og verður enn størri, tá ið tryggir karmar verða settir fyri fiskivinnuna, og betraðar handilsavtalur eru komnar uppá pláss.

Hesar vinnur, ið eru í fyrsta liðið, draga hinar vinnugeirarnar við. Um øll hava møguleikar at fáa rávøru, kunnu nýggjar avleiddar vinnur spyrjast burturúr, ið vit ikki hava ella kenna til í dag.

Tænastuvinnan heystar eisini fruktirnar av framburðinum í primær- og sekundærvinnuni.
Útgangsstøðið fyri framburði er lagt, og vit skulu virka fyri at skapa vøkstur í verandi vinnum, umframt stimbra nýggjar og nýskapandi vinnur. Hetta vil verða við til at skapa ein støðugan búskaparvøkstur og framtíðartryggja vælferðina.

Bárður S. Nielsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur