Ætlan løgd fyri sjúklingar við bróstkrabba og betri tænastustøði

26. mai 2015


Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi fyrispurning nr. 96/2014 eftir § 52a í tingskipanini, um eftirkanningar fyri bróstkrabba frá Jónu Mariusardóttir Mortensen, løgtingskvinnu


Karsten Hansen sigur í svarinum, at sambært Landssjúkrahúsinum er ein ætlan løgd fyri teir sjúklingar, sum ikki høvdu fingið nýggja tíð, tá ið ein yvirlækni á Medisinska Depli fór frá fyri aldur herfyri.

Tær kvinnur, sum eru komnar stytst í gongdini og tí eru mest átrokandi, hava fingið viðtalutíð fyrst, í meðan tær, sum eru komnar til 6-9 ár, uttan tekin til afturstig (recidiv), og sambært serfrøðini kunnu bíða í 1-1½ mánað, hava fingið fráboðan um hetta, so tær ikki skulu kenna seg ótryggar við bíðitíðina. Hesir sjúklingarnir fáa eina innkalling sendandi við viðtalutíð til eftirkannan í næstum.

Arbeitt hevur verið við at fáa onkologar frá sjúkrahúsinum í Lund at koma títtari á Landssjúkrahúsið, og er hetta eydnast fyri eitt tíðarskeið í summar og heyst, ið fer at betra um tænastustøðið.

Landssjúkrahúsið hevur tó nýliga fingið avtalu í lag við Ríkissjúkrahúsið innan onkologiska økið, og so skjótt hon er sett í verk – eftir ætlan í heyst – verða onkologar á Landssjúkrahúsinum hvørja viku. Avtalan fer at hava við sær munandi betri viðurskiftir fyri føroyskar krabbameinssjúklingar frameftir.

Jóna M. Mortensen, løgtingskvinna, er nøgd við svarið frá landsstýrismanninum og vónar, at viðgerðirnar av sjúklingum við krabba verða lagdar í fastar og tryggar karmar.

Les svarið frá landsstýrismanninum - her ....

Sambandsflokkurin


RN


Aftur