Øll hava rætt til lívið

27. mai 2015


Eg gangi inn fyri, at kvinnur ráða yvir egnum kroppi. Men eg eri ósamdur við ST í, at barnið er partur av kroppinum hjá mammuni


Barnið er í mammuni, men tað er ikki partur av mammuni. Ein kropslutur verður avmarkaður av felagas genetisku kotuni, hann og restin av kroppinum hevur. Allar kyknur í svølgi, hjarta, lungum o.ø. hjá mammuni hava somu genetisku kotu.

Ófødda barnið hevur eisini eina genetiska kotu, men hon er skilliga ein onnur enn tann hjá mammuni. Hvør kykna í ófødda kroppi barnsins er fullkomiliga barnsins egna. Hvør einasta kykna barnsins er ólík kyknunum hjá mammuni. Ofta er blóðtypan ein onnur – og somuleiðis enntá kynið. Um kvinnukroppurin er tann einasti, sum viðgongutíðin viðvíkur, royn so at hugsa um teir kropslutir, hon má hava: Tvær nasar, fýra bein, tveir heilar o.s.fr.

Og er barnið sín egni kroppur – eitt nýtt menniskja – so hevur tað eisini rættindi – fyrst og fremst rættin til lív.

Reimund Langgaard, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til Fólkatingsvalið


RN


Aftur