Undirvísingarlig átøk í fólkaskúlanum

27. mai 2015


Fakligur og námsfrøðiligur førleiki er grundarlagið undir at skipa skúlan fyri øll


Fakligur og námsfrøðiligur førleiki er grundarlagið undir at skipa skúlan fyri øll. Tað er ikki nóg mikið, at allir næmingar eru í fólkaskúlanum. Teir skulu eisini menna sínar førleikar, nýta síni mongu evni, trívast og vera partur av fakliga og sosiala felagsskapinum!

Næmingar, ið eru fakliga væl fyri, skulu hava røttu avbjóðingarnar, næmingar við serligum tørvi skulu hava røttu tilboðini, og næmingar har ímillum skulu eisini mennast.

Hetta setur stór krøv til okkum øll, sum varða av skúlanum.

Førleikastovur
Sum liður í arbeiðnum at menna skúlan skipaðu vit sonevndar Førleikastovur fyri 3 árum síðani. Endamálið er, at læraraførleikarnir verða samskipaðir, so fakliga hjálpin og ráðgevingin er á staðnum og so tætt at leiðslu, lærarum, næmingum, foreldrum og avvarðandi, sum til ber.
Lesivegleiðarar, serlærarar og AKT- lærarar hava í fyrstu syftu verið partar av Førleikastovuni.

Fyri at átakið við Førleikastovum skal eydnast verður áhaldandi arbeitt við at menna skipanina og at fáa hana at virka í øllum skúlum í landinum. Ein liður í hesum er, at ferðatíðin hjá lærarum, sum røkja arbeiðsuppgávur í fleiri skúlum, verður løgd í fastar karmar og samsýnt.

Hetta verður gjørt fyri at tryggja øllum næmingum javnbjóðis tænastu og lærarum sømiligar arbeiðsumstøður. Tímar verða til endamálið eftir summarfrítíðina.

Orðblindaøkið partur av Førleikastovuni eftir summarfrítíðina
Fyri at styrkja um orðblindaøkið og Førleikastovuna, er í hesum skúlaári skipað orðblindalæraraútbúgving, so orðblindalærarar kunnu undirvísa bæði børnum og vaksnum. Økið hevur fingið nógva umrøðu, tí orðblindir næmingar hava ikki fingið neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum. Nakrir næmingar hava tíverri verið merktir av hesum, tá teir eru farnir víðari í skúla.

Nógv hevur verið tosað um hesi viðurskifti, og nú verður so ein roynd gjørd at gera nakað mugnagott á økinum.
Við nevndu útbúgving verða yvir 40 orðblindalærarar útbúnir. Ætlanin er, at orðblindalærarar verða knýttir at Førleikastovunum eftir skipaðum viðurskiftum og eftir tørvi. Tímajáttan er sett av til átakið.

Kanningartilfar at kanna børn fyri orðblindni hevur vantað, men eftir summarfrítíðina verður eftir ætlan møguligt at kanna børn longu frá triðja flokki fyri orðblindni við nýggja kanningartilfarinum, sum er ávegis til hetta endamálið.

Vegleiðing í støddfrøði
Fyri at styrkja enn meira um Førleikastovuna, eisini á náttúruvísindaliga økinum, hava vit skipað eftirútbúgving í støddfrøðivegleiðing. Útbúgvingin tekur trý ár. Yvir 30 lærarar luttaka. Tá hesir verða útbúnir, fer Førleikastovan eisini at umfata vegleiðing í støddfrøði.

Náttúruvísindin styrkt
Nógv var gjørt fyri at styrkja málsligu undirvísingina, lesiførleika o.a eftir fyrstu PISA-royndina í 2006.

Átøkini síggja út til at hava havt góða ávirkan, men vit eiga eisini at styrkja náttúruvísindaligu lærugreinarnar.

Støddfrøðivegleiðaraútbúgvingin er ein liður í hesum arbeiði. Avgerð er eisini tikin um at ein tími verður lagdur afturat tímatalinum í 8. og 9. flokki í framhaldsdeildini. Tímin verður lagdur afturat lærugreinini alis- og evnafrøði. Vit byrja í 8. flokki eftir summarfrítíðina. Eitt av endamálinum við hesum er at betra um umstøðurnar og tíðina hjá næmingunum at gera neyðugu verkligu royndirnar.

Í løtuni arbeiða vit í Mentamálaráðnum eisini við møguleikum at styrkja lærugreinina náttúru- og tøkni.

Skúlavegleiðarar
Tørvurin á skúlavegleiðarum er stórur í øllum skúlaverkinum. Mentamálaráðið skipaði tí á heysti 2013 fyri vegleiðaraútbúgving. Hetta var gjørt í samstarvi við Fróðskaparsetrið, Vegleiðarafelagið og aðrar viðkomandi partar. Fyrri partur av vegleiðaraútbúgvingini endar í summar, og havi eg tikið avgerð um - framhaldandi at fíggja seinna partin av útbúgvingini, og at geva fólkaskúlalærarum, og miðnámsskúlalærarum, sum ynskja at halda fram við útbúgvingini, ávísan niðurskurð í árstímatalinum.

Viðkomandi útbúgvingar og eftirútbúgvingar
At útbúgva og eftirútbúgva skúlaleiðarar, lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum, hevur týdning, um tað skal eydnast okkum at menna skúlan og bera hann longur fram á leið.

Tí arbeiða vit í Mentamálaráðnum støðugt við at skipa fyri ”nýggjum” viðkomandi útbúgvingum, eftirútbúgvingum og skeiðum til starvshópin í fólkaskúlanum og skúlaverkinum sum heild.

Bjørn Kalsø
Landsstýrismaður í Mentamálum


RN


Aftur