Veljarakanning: Edmund Joensen tungan á vágskálini

29. mai 2015


Veljarakanningar so tíðliga í einum valstríði skulu sjálvsagt takast við størsta fyrivarni, men hetta sær ómetaliga spennandi út


Nýggj donsk veljarakanning bendir á, at um fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, verður afturvaldur, so er sannlíkt, at hann kann fáa avgerandi ávirkan á, hvør ið skal skipa stjórn eftir fólkatingsvalið




- Veljarakanningar so tíðliga í einum valstríði skulu sjálvsagt takast við størsta fyrivarni, men hetta sær ómetaliga spennandi út.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, í viðmerking til nýggjastu veljarakanningina í Danmark.

Kanningin, sum Berlingske Tidende almannakunnger í dag, vísir, at føroyski fólkatingsmaðurin kann gerast tungan á vágskálini við atkvøðu nummar 90 í einari bláari stjórn hjá Lars Løkke Rasmussen.

Sambært kanningini stendur blái blokkur til at vinna 89 sessir og reyði blokkur 86 sessir. Afturat hesum koma teir fýra norðuratlantisku sessirnir.

Um tingmannabýtið verður sum í verandi valskeiði, fara tveir grønlendskir og ein føroyskur fólkatingslimur at stuðla reyða blokkinum, meðan hin føroyski fólkatingsmaðurin – Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum – fer at veita bláa blokkinum sín stuðul.

Harvið vil blái blokkurin koma upp á 90 tingsessir, og Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra kann aftur fáa lyklarnar til Forsætismálaráðið við stuðuli frá Edmundi Joensen.

- Eg plagi at siga, at mín atkvøða skal brúkast – ikki misbrúkast. Tað er púra náttúrligt, at um Sambandsflokkurin fær avgerandi fólkatingssessin, og eg skuldi fingið tann heiður at verða valdur, so fer okkara ávirkan at gera seg galdandi. Tá verður ein komandi donsk stjórn at taka støðu til nøkur politisk ynski frá okkara síðu, sigur Edmund Joensen.

Hann endurtekur tó, at dagsins tíðindi eru ein veljarakanning, sum skal takast við størsta fyrivarni, og at nógv kann broytast í valstríðnum, sum júst er byrjað.

- Bert fáar atkvøður kunnu broyta myndina, og tí er tað so sera umráðandi, at fólk velja Sambandsflokkin á Fólkatingsvalinum, sugur fólkatingsmaðurin.

Á valinum í 2007 vann Edmund Joensen sess nummar 90 og tryggjaði, at Anders Fogh Rasmussen úr Vinstra kundi halda fram sum forsætisráðharri Danmarkar.


RN


Aftur