Ógrundað gleps frá formanninum í Lærarafelagnum

1. juni 2015


Ógrundað, ókonstruktivt og ósakligt gleps mótvegis Mentamálaráðnum


Í grein í Skúlablaðnum 28. mai 2015 gevur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, ilt av sær í sambandi við samanleggingar av skúlum, sum eru framdar í Tórshavn og í Klaksvík.

Partur av greinini er ógrundað, ókonstruktivt og ósakligt gleps mótvegis Mentamálaráðnum. Tí hesar viðmerkingar:

Glansmynd, sum ikki er til
Fyri tað fyrsta sýnist formaðurin í Lærarafelagnum millum linjurnar í greinini at mála eina glansmynd av skúlaviðurskiftunum og hølisumstøðunum undan samanleggingunum. Men hetta er ikki heilt rætt, tí bara ein av teimum fýra skúlunum, sum nú eru lagdir saman til tveir, - Skúlin við Ósánna -, hevur havt rímiligar hølisumstøður. Hinir skúlarnir, nevniliga Kommunuskúlin, Venjingarskúlin og Skúlin á Ziskatrøð hava ikki havt góðar umstøður, og teir hava eisini húsast í fleiri bygningum á ymiskum bústøðum.

Avbjóðingarnar við hølisumstøðum hjá næmingum og lærarum eru sostatt ikki íkomnar orsakað av samanleggingum, sum formaðurin í Lærarafelagnum vil vera við.

Ræðumynd
Fyri tað næsta málar formaðurin í Lærarafelagnum eina ræðumynd av framtíðini, sum vónandi ikki verður. Tí umsíðir hava kommunurnar tikið avgerð um at gera nakað við vánaligu støðuna, sum hevur verið.

Sambært fólkaskúlalógini eru tað kommunurnar, sum skulu gera uppskot til nýggjan skúlabygnað, sum Mentamálaráðið síðani sum yvirskipaður myndugleiki skal taka støðu til.

Mentamálaráðið hevur góðkent bygnaðin í Klaksvík og í Tórshavn. Skúlarnir eru lagdir saman, leiðslur settar og samanleggingartilgongdin er byrjað.

Kommunurnar hava eisini spent seg fyri at byggja nýggjar skúlabygningar.
Hetta lyftið mugu tær halda, tí talan er um neyðugar íløgur í næmingarnar og harvið framtíðina hjá kommununum báðum.

Slepst ikki undan ótryggleika millum starvsfólk
Fari tó at undirstrika, at eg havi stóra virðing fyri sakligum orðaskifti um samanleggingar av skúlum, tí tær kunnu bæði hava fyrimunir og vansar við sær.

Ein av vansunum, sum ikki slepst undan, er ótryggleikin millum starvsfólk fyri tí nýggja.

Í allari tilgongdini hevur Mentamálaráðið tí havt opið og erligt samskifti við avvarðandi kommunur. Mentamálaráðið hevur lovað, at samanleggingartilgongdin skal vera smidlig og trygg, tá ið tað viðvíkur tímajáttan til skúlarnar. Talan er um eina skiftistíð hjá samanløgdu skúlunum, sum tryggjar, at lærarar ikki verða sagdur úr starvi vegna tímajáttan, og at leiðslurnar fáa umstøður at skipa samanlagda virksemið á tryggari grund.

Hetta er gjørt, tí ein og hvør samanleggingartilgongd er torfør í sær sjálvum, fyri at verja starvsfólkini, og tí Mentamálaráðið ynskir áhaldandi at vera ein seriøsur viðspælari og samstarvsfelagi hjá skúlunum, kommununum og Lærarafelagnum.

Sáar mistreysti
Tí harmar tað meg, at formaðurin í Lærarafelagnum sáar mistreysti í eina tilgongd, sum er byrjað, og sum hann veit ikki kann steðga. Tað harmar meg eisini, at hetta verður gjørt, uttan at víst verður á nakra gongda leið. Vit skulu minnast til, at tá viðurskifti í skúlanum verða viðgjørd, eru bæði næmingar, lærarar og foreldur, sum liggja ímillum.

Skot fyri bógvin
Fari at enda at takka Lærarafelagnum fyri fyrimyndarliga samstarvið, hóast glepsini onkuntíð koma óvart á.

Tað skal vera mín vón, at skrivið, víst er til omanfyri, ikki verður eitt ov stórt skot fyri bógvin í samanleggingartilgongdini av nevndu skúlum.

Bjørn Kalsø
Landsstýrismaður í Mentamálum


RN


Aftur