Virknari leiklut á altjóða pallinum

2. juni 2015


Sambandsflokkurin er tín tryggleiki


Mál at samstarva um
Okkara umboðan á Fólkatingið skal nýtast sum ein platformur til at menna okkara samfelag bæði:

Vinnuliga - við at knýta sambond við onnur lond
• Í útflutningshøpi – við at vera við í átøkum saman við dønum og grønlendingum, har føroysk umboðan ikki er annars
• Í granskingarhøpi - saman við dønum og øðrum ES londum í átøkum, sum veruliga kunnu skapa okkum nýggjar vinnur, eisini her heima
Mentanarliga - við at lata hurðar upp fyri okkara mongu ungu evnaríku tónleikarum, sangskrivarum, listafólki og rithøvundum, so pallurin hjá teimum úti í heimi eisini verður størri at virka á
• Í útbúgvingarhøpi - við áhaldandi at viðvirka til at føroyskur ungdómur fær bestu útbúgvingarnar í Evropa og kring allan heim
• Í menningar- og neyðhjálparátøkum - við at hjálpa umvegis tey kervi, sum danir hava, og harvið gera okkum sjónligari í altjóða høpi
• Virka fyri at fáa allar vinnuligar marknaðarforðingar við ES burtur í tøttum samstarvi við danskar ES parlamentarikarar
• Menna iverksetaraumhvørvið i og skapað uppaftur betur atgongd og samstarv millum Føroysku og donsku iverksetaraskipaninar

Út á ríkisins sendistovur at virka fyri Føroyar
Føroyingar skulu aftur í komandi árum, í størri mun, virka vegna Føroyar á sendistovum ríkisins kring í heiminum, eins og í tíðini tá Hans Andrias Djurhuus, sáli, var sera virkin, og var við til at fáa ungar føroyingar út í heim sum assistentar/trainees á donskum sendistovum, sum eru kring allan heim, til stóra menning fyri hesi fólk og til gagn fyri føroyingar og føroyskt vinnulív.

Hesi fólk skulu vera við til at stuðla og veita kunnleika um nýggjar marknaðarmøguleikar, okkara vinnulívi at gagni, og vera við til at kunna um Føroyar um tað, sum vit hava at bjóða útlendingum, ið ætla sær hendan vegin.

Eitt aktivt sambandsumboð at umboða Føroyar á fólkatingið er neyðugt . Eitt sambandsumboð, sum vil virka fyri tøttum, gevandi samstarvi millum ríkispartarnar er umráðandi.

Farið tí á val – ung sum eldri - og veljið eitt sambandsumboð á Christiansborg - tað angrar tú ikki.

Sambandsflokkurin er tin tryggleiki - set krossin við eitt av valevnum floksins tann 18. juni.

Gott val!

Johan Dahl, landsstýrismaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur