UNESCO sáttmálin um siðaarv setast í gildi í Føroyum

5. juni 2015



Føroyska UNESCO nevndin hevur í gjár handað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, áheitan um at fáa UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi settan í gildi í Føroyum.

Siðaarvur er siðvenjur, ímyndir, framburðir, vitan, dugnaskapir, eins og tól, lutir, gripir og mentanarlig rúm, sum er viðurkent av samfelag, bólki og í einstøkum føri einstaklingum. Føroyski dansurin og kvæðini, føroyskt bátasmíð, virking av ull og siðir, ið eru knýttur at føroyska matinum, eru dømi um siðaarv føroyinga.

Við at taka undir við sáttmálanum binda Føroyar seg til at seta í verk skipanir og tiltøk, ið eru við til at fáa vitan um og kunnleikan til siðaarvin bornan víðari til komandi ættarlið.

“Siðaarvurin er týðandi partur av føroyska mentanararvinum, og vit hava støðugt umrøtt, hvussu eitt nú føroyskum bátasmíði kann vera lív lagað. Við at seta UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi í gildi í Føroyum, fáa vit eitt amboð, ið kann vera við til at lívbjarga hesum og øðrum týðandi siðaarvi føroyinga”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Tiltøkini í sáttmálanum fevna um skráseting, gransking og útbúgving umframt at skapa karmar fyri, at siðaarvurin hevur sítt livandi virki í samfelagnum. “Eg eri sera fegin um at hava fingið hesa áheitan frá UNESCO nevndini, og eg fari at virka fyri, at eitt uppskot til samtyktar um at seta í gildi sáttmálan um verju av siðaarvi kann verða lagt fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Øll hini Norðanlondini hava tikið undir við sáttmálanum um verju av siðaarvinum. UNESCO nevndin skrivar í áheitanini, at nevndin er sannførd um, at verndin og varðveitingin av siðaarvi føroyinga eigur at verða skipað eftir somu kørmum sum í grannalondum okkara. Nevndin metir, at UNESCO sáttmálin er eitt týðandi amboð, tá tað ræður um vernd av og virðing fyri siðaarvi mannaættarinnar. Føroyska UNESCO nevndin vil tí mæla til, at tikið verður undir við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi frá 2003.

Mentamálaráðið, 5. juni 2015


RN


Aftur