Ein grundlóg fyri fólkið

5. juni 2015


Á 100 ára degnum fyri vælrætt til kvinnur er vert at hugsa um stóra virðið í Grundlógini og hvønn, ið hon verjir borgarar ímóti


Dagurin í dag – grundlógardagur – er ein av teimum heilt stóru í okkara fólkaræði.

100 ár eru liðin, síðani 1915-grundlógin tryggjaði øllum kvinnum í ríkinum valrætt. Hetta er eitt hitt fremsta demokratiska framstig í nýggjari tíð.

Í dag siga vit, at rætturin at velja er sjálvsagdur, men fyri kvinnurnar hevur hann bert verið galdandi í eina øld, og í tíðarinnar fyllu er ein øld stutt tíð.

Valrættur er millum virðismestu borgararættindi, ið eru staðfest í okkara grundlóg. Hann er bulur í fólkaræðinum saman við rættinum til at tala frítt, savnast sum vit vilja, trúarfrælsinum o.s.fr.

Týðandi er at halda sær fyri eygað, at Grundlógin er fyri fólkið.

Hon er ikki til fyri politikarar ella politisku skipanina.

Hetta er eisini orsøkin til, at Grundlógin er ring at broyta – nakað, ið vit sum borgarar kunnu vera fegin um. Júst tað ger, at okkara borgararættindi og fólkastýri eru væl vard ímóti politikarum, um teir skuldu fingið hug til at broytt frælsu samfelagsskipanina.

Dagurin í dag er kvinnurnar dagur, og øll demokratiskt sinnað fegnast um rættindini, sum Grundlógin hevur tryggjað teimum í 100 ár.

Tillukku við degnum.

Edmund Joensen
Fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur