Markleys útbúgving og stuðulsskipanir hjá lesandi

6. juni 2015


Vilt tú tryggja hesa atgongd til markleysa útbúgving og harvið eina góða og trygga framtíð fyri øll okkara lesandi, so vel Sambandsflokkin, vel framtíðina


Markleys útbúgving
Eg ynski, at tilboðið um eina markleysa útbúgving stendur tær, og einum og hvørjum føroyingi, í boði, so tú kanst brúka títt persónliga frælsi til at velja tað útbúgving, sum tú persónliga ynskir at fáa tær.

Hetta ynski um, at ein markleys útbúgving skal standa øllum føroyingum í boði, krevur ein góðan felagsskap, og tað er okkara Ríkisfelagsskapur. Hesin felagsskapur er við til at tryggja øllum tykkum lesandi tilboðið um markleysa útbúgving.

Tit lesandi vita, hvar tit hava okkum, og tit vita eisini, at Sambandsflokkurin er trygdin fyri, at tit hava fría atgongd til allar hægri læru- og útbúgvingarstovnar i Ríkinum, har tit sum lesandi sjálvi gera av, hvørja útbúgving til ynskja og hvar.

Stuðulsskipanir v.m.
Sambandsflokkurin ikki bara tryggjar tykkum lesandi markleysa atgongd til útbúgvingarnar, men tryggjar eisini tykkum lesandi atgongd til tær stuðulsskipanir, sum eru í Ríkinum, t.d. SU (Statens Uddannelsesstøtte), óansæð um tit taka útbúgvingina í Danmark ella uttanfyri Danmark.

Lestrarstuðulin umleið 5.000 kr. um mánaðin ella umleið 60.000 kr. um árið, og hevur alstóran týdning fyri tykkum í lestrartíðini og hvussu tit fíggjarliga eru fyri, tá útbúgvingin er liðug.

Aðrir flokkar í Føroyum ynskja at broyta ella heilt avtaka Ríkisfelagsskapin og harvið skaða hesi góðu viðurskiftini fyri tykkum lesandi, meðan vit í Sambandsflokkinum ganga inn fyri at menna Ríkisfelagsskapin. Tí ynski eg at gera umstøðurnar hjá teimum lesandi so góðar sum gjørligt at fáa sær eina útbúgving v.m. - og talan er um tær bestu lestrarumstøður í heiminum.

R-frádrátturin
Vit hava megnað at varðveitt Føroya-frádráttin, sum nú eitur R-frádráttur (ríkisfrádráttur) uppá 71.000,00 kr. um árið, sum hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tykkum øll, sum lesa í Danmark.

Harafturat hevur Sambandsflokkurin nú tryggjað tykkum lesandi dagpening uppá umleið 15.000 kr. í 3 mánaðir aftaná lesturin, eisini um tit koma til Føroyar og søkja arbeiði.

Valið er tykkara
Vilt tú, at verandi útbúgvingarmøguleikar, stuðulsskipanir og inntøkur framhaldandi skulu standa øllum tykkum lesandi í boði og mennast, so skalt tú velja Sambandsflokkin, og harvið velja trygdina fyri útbúgvingina v.m., sum tit sjálvi ynskja tykkum.

Vilt tú, at verandi lestrarmøguleikar og verandi stuðulsskipanir hjá teimum lesandi skulu hvørva við tíðini, so skalt tú bara velja onkran av hinum flokkunum og har eru fleiri at velja ímillum.

Vit vilja menna útbúgvingarmøguleikarnar
Vit vilja framhaldandi tryggja og virka fyri, at øllum tykkum lesandi altíð stendur í boði ein markleys útbúgving, so tit kunnu taka tað útbúgving, sum tit ynskja. At tit framhaldandi hava atgongd til SU- stuðul og R-frádrátt, umframt dagpengar aftaná loknan lestur í 3 mánaðir.

Vel trygdina, vel Sambandsflokkin
Vilt tú tryggja hesa atgongd til markleysa útbúgving og harvið eina góða og trygga framtíð fyri øll okkara lesandi, so vel Sambandsflokkin, vel framtíðina.

Alfred Olsen
Løgtingsmaður og valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur