Leita eftir nýggjum inntøkum, men tveita samtíðis verandi inntøkur burtur

8. juni 2015



Búskaparráðið ávarar harðliga um, at vit í Føroyum hava álvarsamar avbjóðingar á tí fíggjarliga økinum. Framrokningar vísa nevniliga, at um vit ikki gera okkurt munagott nú, so renna vit okkum í ein stóran trupulleika um heilt stutta tíð.

Ein av orsøkunum til henda trupulleikan er, at í Føroyum búgva ov fá ung í mun til vaksandi talið av gomlum. Skulu vit varðveita tær dýru almennu tænasturnar í samfelagnum, so má landskassin innan stutta tíð hava nýggjar inntøkur, sigur Búskaparráðið. Ja í veruleikanum eru vit longu ov sein á sjóvarfallinum, men tað er ikki bara sum at siga tað at finna hesar inntøkurnar, tí talan er um sera stórar upphæddir.

Uppskot hava verið frammi um at leggja risastór gjøld á vinnuna, um pensjónsuppsparing, um at hækka pensjónsaldurin og onkur er farin so langt sum at nevna bannlýsta orðið ”ognarskatt”. Alt hetta munar sjálvsagt væl í landskassanum, men ivasamt er, um hesi tiltøk høvdu fingið politiska undirtøku, og tað er heldur ikki vist, at tey einsamøll høvdu klárað at fylt tað stóra trotið í landskassanum.

Og mitt í øllum hesum næstan vónleysa stríðinum fyri at finna nýggjar inntøkur, hava flestu politisku flokkar í Føroyum sett sær sum mál, at Føroyar skulu verða eitt fullveldisríki, og í tí sambandinum, skulu verandi inntøkur úr danska ríkiskassanum minka við eini heilari milliard á hvørjum ári. Hesir pengarnir mugu finnast AFTURAT øllum hinum, sum vit ganga við lykt og leita eftir, og hava so ilt við at finna. Enn hevur eingin klárað at víst á, hvaðani hesir pengarnir skulu koma.

Spurningurin er tí, um flokkarnir á loysingarveinginum ætla at leggja eitt uppaftur hægri gjald á vinnuna?

Skal pensjónsaldurin hækka uppaftur meira?

Ella verur talan um uppaftur hægri ognarskatt?

Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita frá hesum flokkunum.

Helgi Abrahamsen
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur