Loysingarflokkarnir hoyra ikki heima á Fólkatingi

8. juni 2015


Tørvur er á at føra vanligan praktiskan politikk á Fólkatingi


Framsókn vil sleppa á Fólkating fyri at verða “sjálvur heldur enn hálvur” tað ljóðar skilagott, ha? Man har fara at koma nakað gott samstarv burturúr, tá man kennir teirra politisku dagsskrá? Eg loyvi mær at ivast.

Magni Arge, t.d. vil á Fólkating at tryggja okkum nýggja grundlóg og seta savningarmegina í fólkinum í hásæti. Skal man nú vera tjóðveldismaður fyri at hava savningarmegi framda í verki, ikki sørt margháttligt.

Annika Olsen vil gera okkum til fullan lim i Artiska ráðnum, um hon sleppur á Fólkating, tað er neyvan neyðugt at fara á Fólkating fyri at loysa tann spurningin.

Tað er tí ikki sørt skemtiligt at lesa valgreinar hjá loysingarveinginum, hvat hesi ætla sær UM tey sleppa á Fólkating, so sum omanfyri nevndu dømi vísa. Men satt at siga, nógv eru flosklar og “kenslurøður”, sum lítið hava við veruleikan at gera .... droymarí.

Hví tosa tey ikki um vanligan praktiskan politikk? Politikk, sum kann menna og loysa truplleikar og gera dagligdagin enn betur og lættari enn hann er, við góðum loysnum, sprotnar úr praktiskum politikki, og ikki retoriskum polimikki?

Svarið er sera einfalt, tey hava onki at fara niður á Fólkating við, tí tey ynskja ikki hetta samstarvið at halda fram, tey vilja loysing, tey vilja suverenitet - FYRI EINHVØNN PRÍS. Tí er eitt vist, tey fara neyvan niður á Fólkating fyri at arbeiða fyri betri, og enn meira mennandi samstarvi millum rikispartarnar.

Tey vilja eitt og tað er at sleppa niður har at niðurlaga og skræða sundur eitt samstarv, sum við sitandi fólkatingsumboðum er mennandi og uppbyggjandi fyri okkara samstarv og harvið førir loysnir og betraðar umstøður við sær í breiðum høpi fyri okkara land og fólk.

Tí spyrji eg teg kæri veljari, er tað ikki just tað, sum praktiskur politikkur millum lond snýr seg um?

• Skulu vit ikki arbeiða fyri áhaldandi menning av okkara útbúgvingarmøguleikum saman við dønum og skapa okkara ungdómi bestu atgongd og kor til viðari lesna?
• Skulu vit ikki skapa lesandi møguleika fyri vinnu Ph D. atgongd, við at viðka møguleikarnar og sleppa at gera hesar eisini i Danmark?
• Skulu vit ikki áhaldandi bøta um okkara iverksetara-, figgingar- og stuðulsmøguleikar?
• Skulu vit ikki samstarva tætt innan gransking, bæði grundgransking og sektorgransking og gera projektir, sum uppá sikt tæna okkara samfelag breitt?
• Skulu vit ikki heldur enn at yvirtaka alt útlendingaøkið, finna ein leist har tað, sum er praktiskt hjá okkum at umsita, t.d. arbeiðs- og uppihaldsloyvi, verða avgreidd her og restin í Danmark fyri at spara umsiting og gagnnýta teirra stóra kervi og vitan innan hetta sera fjølbroytta og torskilda økið?
• Skulu vit ikki heldur enn at niðurlaga, fáa samstarv um ávisar hægri utbúgvingar, at verða i Føroyum í samstarvi við donsku universitetini, t.d. útbúgvingar, sum eru mest samfelagsrelevantar kunnu takast her i Føroyum ?
• Skulu vit ikki eisini vera á Fólkatingi og tryggja, at okkara lóggáva er nøktandi og tryggjar okkum innan øll vital vinnu - og samfelagsøki, so vit ikki verða eftirbátar og harvið verri fyri enn okkara grannalond? Her eru dagføringar av altjóða og ES lóg umráðandi.
• Eisini at tryggja, at danskar rikislógir ikki ganga okkum uppá tvørs, skulu vit halda eitt vakið eyga við, so tær ikki verða forðandi fyri okkum sum eitt lítið samfelag.

Tað snýr seg stutt sagt um samstarv og viljan til skilagóðar loysnir, og hesum vil eg virka fyri, um eg verði valdur á Fólkating.

Johan Dahl, landsstýrismaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur