Eitt dygdargott framtíðar heilsuverk

9. juni 2015



Skulu vit megna at varðveita støðið í heilsuverkinum í framtíðuni, so er samstarv úteftir fyrsta treyt fyri einum dygdargóðum heilsuverki - og hetta gera vit best í Ríkisfelagsskapinum.

Heilsuverkið gerst dýrari fyri hvønn dag. Nýggir viðgerðarhættir, sum eru sera kostnaðarmiklir, vinna fram og prísurin á góðum nýmótans heilivági er ein stór fíggjarlig avbjóðing.

Vit verða noydd at effektivisera okkara egna sjúkrahúsverk, so vit fáa bestu nyttuna av teimum trimum sjúkrahúsunum.

Hetta er tó ikki nóg mikið. Tað er trupult í dag at manna sjúkrahúsverkið við læknum, sum eru kvalifiseraðir til nýggjastu viðgerðirnar.

Tí mugu vit samstarva – og tað gera vit best í Ríkisfelagsskapinum. Aðrir samstarvsmøguleikar eiga eisini at verða partur av føroyska heilsuverkinum.

Vit hava í mong ár havt eitt sera gott samstarv við Ríkissjúkrahúsið. Tað samstarvið eiga vit at varðveita og menna.

Donsku sjúkrahúsini átaka sær fleiri og fleiri serviðgerðir, so tað samstarv vit hava við Ríkissjúkrahúsið, eiga vit at víðka til eisini at fevna um tey stóru universitetssjúkrahúsini í Danmark.

Eins og aðrastaðni í vesturheiminum, so veksur fjøldin av eldri borgarum. Tað krevur betri sjúkrahús, betri viðgerðir og dýran heilivág.

Heilsuverkið eru vit felags um og tað er nóg mikið til, at vit eiga at halda fast við tað samband og tey ríkisborgararættindi við hava í Ríkiinum.

Vel Sambandsflokkin, so velur tú vegin til menning og broytingar, sum tæna tær.

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur