Tað var ongantíð semja um eina føroyska grundlóg

10. juni 2015



Tað má sigast at vera ein álvarslig reinging av søguni, sum Sirið Stenberg og Høgni Hoydal løgdu fyri dagin, tá tey seinasta fríggjakvøld vóru í andglettinum í Sjónvarpinum. Serliga tað sum tey søgdu um stjórnarskipanarlógina (ella grundlógina) fór heilt út av sporinum.

Bæði Sirið og Høgni pástóðu í sendingini, at allir flokkar á tingi vóru samdir í 2010 um eitt uppskot til føroyska grundlóg, og Sirið segði harafturat, at flokkarnir vóru í Danmark við uppskotinum, men har fingu teir at vita, at uppskotið bleiv ikki góðkent.

Hetta er ein fullkomuliga høpisleysur pástandur, men kortini er hann áhugaverdur – serliga tá sagt verður, at allir flokkar (íroknað Tjóðveldi) fóru til Danmarkar at vísa donskum politikarum eitt uppskot um føroyska grundlóg. Eg visti satt at siga ikki, at Tjóðveldi hevði so stóra virðing fyri donskum politikarum.

Samd um at vera ósamd
Søgan um ”semjuna”, sum Sirið og Høgni tosa um, er í stuttum hendan:

Grein 25 nevndin (eisini nevnd Stjórnarskipanarnevndin), sum eg sjálvur var partur av, varð sett at gera eitt uppskot um stjórnarskipan at leggja fyri løgtingið. Av Løgtingsskrivstovuni fingu vit at vita (tá arbeiðið var um at vera liðugt), at vit kundu ikki skriva meiriluta- og minnilutaálit, tí nevndin var sett at gera EITT uppskot. Tí gingu vit í Sambandsflokkinum við til at skriva eitt felags uppskot, hóast semja ikki var um alt. Í viðmerkingunum til uppskotið stóð tí millum annað: ”Hóast nevndin leggur eitt felags uppskot fram, eru nevndarlimir, sum í tingviðgerðini vilja gera vart við serstøðu í ávísum greinum.”

Men hetta hevur síðani verið misbrúkt at tjóðveldisfólkum, sum ferð eftir ferð hava víst á, at allir flokkar vóru samdir í 2010. - Men hetta er bara ikki rætt.

Longsta vika í nýggjari tíð
Ein annar leysur pástandur, sum tey eisini hava brúkt í sama málið, er pástandurin um, at ein vitjan hjá danska forsætismálaráðharranum í Føroyum, fekk fleiri flokar at skifta meining um stjórnarskipanarlógina. Høgni segði soleiðis í sendingini fríggjakvøldið: ”Allir flokkar vóru samdir í 2010 um eitt uppskot til føroyska stjórnarskipan. Tað gekk ikki ein vika, so var Lars Løkke í Føroyum og segði, at hatta er ikki lov...”

Veruleikin er, at sokallaða ”semjan” varð undirskrivað tann 27. februar og Lars Løkke kom á vitjan tann 18. august, so hetta má hava verið longsta vika, sum nakar hevur upplivað í nýggjari tíð.

Ósamd við seg sjálvan
Nei har var ongantíð nøkur semja. Men seinni varð arbeiðið tikið uppaftur, og tá fingu vit breiðar semjur um stóran part av uppskotinum. Men tá blivu umboðini hjá Tjóðveldi í nevndini ósamd, við tí úrsliti, at annar meldaði seg úr flokkinum.

Og nú stendur sami flokkur og heitir á onnur um at taka grundlógararbeiðið uppaftur – sami flokkur, sum í 2011 ikki kundi semjast við seg sjálvan.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur