Ríkisveitingin er gjald fyri felagsmál - og ikki olmussa

10. juni 2015



Oftani verður ført fram av loysingarflokkunum, at ríkisveitingin er olmussa, og vit fara niður til danir á biddaragongd.

Hetta er als ikki so. Vit hava nøkur felagsmál, sum eru heilsuverk, fólkapensjón og serforsorg. Tað eru mál, sum ikki eru yvirtikin, og skal ríkisveitingin verða við til at tryggja føroyingum tænastur á sama støði sum í Danmark.

Eins og okkara grannalond, so hava vit stórar avbjóðingar á hesum økjum.

Útreiðslur til heilivág eru alsamt vaksandi og viðgerðir meira specialiseraðar. Fyri at kunna veita bestu tænasturnar til okkara sjúklingar, og nøktandi umstøður til okkara starvsfólk, er neyðugt við samstarvi við onnur sjúkrahús, soleiðis at læknar og heilsustarvsfólk annars, hava møguleikar í tíðarbilum at arbeiða á øðrum sjúkrahúsum og hava møguleikar at granska, fyri at nema sær bestu førleikar. Alt hetta fyri at tryggja bestu viðgerðirnar.

Enn hava vit ikki nøktandi umstøður innan serforsorgina, og skulu tí framhaldandi útbyggja og veita tænastur til borgaran innan hetta økið.

Viðbøturnar til fólkapensjónistar eru hækkaðar, og endamálið við dagføringini av ríkisveitingini er júst at betra livikorini hjá fólkapensjónistum.

Endamálið við ríkisveitingini er at røkja felags mál.

Ger tína ávirkan galdandi. Far á val og vel eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum á lista B.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið



RN


Aftur