Ríkisfelagsskapur og sterkt vinnulív skapar búskaparligan tryggleika

11. juni 2015


Sterkur búskapur er treytin fyri framhaldandi vælferð


Allir samstarvsmøguleikar í Ríksfelagsskapinum mugu og skulu troytast, eitt nú til nýggjar og mennandi verkætlanir í Føroyum.

Eisini eiga vit framhaldandi at styrkja vinnusamstarvið í Ríkinum millum Føroyar , Danmark og Grønland, so vinnan fær sum best burtúr, øllum samfelagnum til gagns.

Tað er av allstórum týdningi fyri Føroyar, at vinnan hevur góðar og tryggar karmar at virka undir, eisini tá hugsað verður um okkara samhandil við onnur lond.

Útfutningurin úr Føroyum er øktur munandi tey seinastu árini, og serliga til Russland er talan um stóra øking. Betri fríhandilsavtalur, bæði við ES-marknaðin og aðrar markanðir er ein fortreyt fyri, at hettar eisini í framtíðini skal eydnast enn betur.

Tað má miðvist arbeiðast fyri at tryggja føroysku vinnuni og harvið føroyska samfelagnum nútímans atgongd til altjóða marknaðin, fyri at styrkja samfelagsbúskapin og skapa enn fleiri arbeiðspláss.

Hettar kann gerast saman við donsku stjórnini og í tøttum samstarvi við Ríkisins sendistovur um allan heim, eitt nú saman við sendistovuni í Russlandi, sum nýliga er sett á stovn.

Fyri at geva nýggjum vinnum enn betri møguleika at koma í gongd, skulu vit menna møguleikarnar m.a. at verða part av donskum ígongdsetara- og stuðulskipanuum, sum tað føroyska vinnulívið kann fáa stórt gagn av.

Sterkur búskapur er treytin fyri framhaldandi vælferð - vel samband við framtíðina

Hvør atkvøða ger stóran mun, eisini tín - set x við B.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur