Bjørnin, Bóndin og Borgin

12. juni 2015



Endamálið við fólkatingssessinum er at verja føroysk áhugamál, lyfta vælferðina, tryggja búskaparliga haldførið og áhaldandi arbeiða við ávirkan og rættindum á altjóða pallinum.

Felagsmálini dagførast
Heilsuverkið, serforsorgin og partar av pensjón søkinum eru dømi um felagsmál, sum skulu haldast á einum høgum støði.

Altjóða lóggáva og ríkislógir
Ein partur av danska lógarverkinum eru altjóða- og ES-lógir. Hesar kunnu koma í Løgtingið, sum ríkislógir ella løgtingslógir. Tað hevur týdning at laga hesar til føroysk viðurskifti, so hvørt lógirnar verða smíðaðar í ymsu skipanunum.

Sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum
Vit skulu vinna okkum sjálvstøðugan limaskap í millumtjóða og altjóða felagsskapum. Á fiskivinnuøkinum eru felagsskapir, t.d. NAFO og NEAFC, har vit undir verandi skipan kunnu hava mótstríðandi áhugamál við aðrar partar í ríkinum. Hetta eigur at verða broytt!

Betur marknaðaratgongd – fleiri arbeiðspláss
ES – limaskapur er ikki leiðin at ganga, tí vit skulu sjálvi umsita okkara fiskiríkidømi. Men frí marknaðaratgongd á ES - marknaðinum og øðrum týðandi marknaðum er neyðug. Ítøkiligar ætlanir eru um at byggja góðskingarvirki í Føroyum. Slík virki skapa fleiri arbeiðspláss. Ikki minst av teirri orsøk er neyðugt við størri fríhandli við ES.

Sjálvstøðugan limaskap í IOC
Ítróttarligu avrikini í altjóða kappingum eru við til at seta okkum á heimskortið. Sjálvstøðugur limaskapur í IOC, altjóða olympisku nevndini eigur tí at vera málið. Samskiftið við forsetan í IOC, Tommas Bach, hevur sannført meg um, at tað ber til at flyta mørk, og at vit við miðvísum arbeiði vinna rættin at luttaka á olympisku leikinum undir Merkinum.

Útbúgving
Góðir útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar hava stóran týdning. Vit ynskja, at varðveita og styrkja útbúgvingarmøguleikarnar uttanlanda og ikki minst í Føroyum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur