Onki samband við veruleikan

12. juni 2015


At siga nei til ríkisveitingina, tá koma vit ístaðin at fáa eitt skattatrýst, sum ikki hevur sæð sín líka


Tað sær út til, at loysingarflokkarnir framhaldandi liva í einari dreymaverð ella ikki í dagsins Føroyum.

Hvørki Tjóveldi ella Framsókn hava nakað eftirfarandi boð uppá einar frælsar og kappingarførar Føroyar, og uttan ein stóran part av verandi inntøkum á fíggjarlógini, nevnliga ríkisveitingina.

Tað er óseriøst ikki at hava eitt ítøkiligt boð uppá, hvat skal koma í staðin fyri ríkisveitingina av nýggjum inntøkum og/ella lægri útreiðslum.

Loysingarflokkarnir senda boðskapir út við óveruligum innihaldi – trúgva upp á egnan mátt og megi, hvør ger ikki tað. Gangi út frá, at flest allir føroyingar vilja tjóðarbygging uttan at missa tamarhaldið á sær sjálvum.

Hvar skulu nýggju inntøkurnar koma frá, tá fólkatalið ikki veksur og væl færri persónar koma at gjalda skatt til landskassan?

At siga nei til ríkisveitingina, sum Tjóðveldi og Framsókn gera, tá koma vit ístaðin at fáa eitt skattatrýst, sum ikki hevur sæð sín líka.

Við einari skerjing av ríkisveitingini skulu føroysku barnafamiljurnar brandskattast við hægri persónskatti og ognarskatti.

Harafturat verða færri pengar til at varðveita vælferðarsamfelagið, t.v.s. til rakstur og íløgur innan heilsuverk, almannaøkið, skúlaverk a.o.

Eg fari tí at heita á øll sambandsfólk um at velja eitt kappingarført vælferðarsamfelag.

Vel Sambandsflokkin og samband við veruleikan.

Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Aftur