Størstu avbjóðingina loysa vit í felag

12. juni 2015


Føroyingar eiga sum ríkisborgarar at krevja sín rætt og bjálva føroysku vælferðina til framtíðina


Við stóru búskaparligu og fíggjarligu avbjóðingunum, ið liggja fyri framman, er náttúrligt og rætt, at føroyingar sum ríkisborgarar krevja sín rætt og bjálva føroysku vælferðina til framtíðina

Búskaparliga gongur væl í føroyska búskapinum í løtuni, men stórar avbjóðingar eru fyri framman. T.d. vísir Búskaparráðið á manglandi framtíðar haldførið og staðfestir, at vit skulu gera tillagingar í almenna rakstrinum fyri 750 mió. kr.

Hetta er ein sera stór avbjóðing, ið Sambandsflokkurin tekur í størsta álvara, tí málið má og skal vera at styrkja heilsuverkið og sosialu skipanirnar – og samstundis tryggja haldførið.

Vælferðin má ikki versna, tvørturímóti.

Okkara boðskapur og mál til fólkatingsvalið er: felags støði í felags málum.

Felags málini í Ríkisfelagsskapinum eru heilsuverk, fólkapensjónir og serforsorg, og skipanin er, at Føroyar og Danmark fíggja hesi økir í felag.

Sambandsflokkurin vil tryggja, at tænasturnar eru á sama støði í Føroyum og Danmark, og er hetta ein partur av umfordeilingini av vælferðini í ríkinum. Tað er ikki rímiligt, at t.d. Føroyska heilsuverkið er siglt afturúr, meðan danska stjórnin vil gera milliardaíløgur í danska heilsuverkið. Í felagsskapinum má støði vera á leið hitt sama.

Altjóða ratingstovnurin Moody’s staðfestir í siní kredittmeting av føroyska búskapinum, at Ríkisfelagsskapurin gevur okkum hægri altjóða rating. Tí er rentan lægri, fíggingin bíligari og kostnaðarstøði lægri, enn tað annars hevði verið.

Fyri at tryggja haldførið í búskapinum, vil Sambandsflokkurin framhaldandi arbeiða fyri einum sterkum og betraðum Ríkisfelagsskapi.

Vel eitt sterkt umboð á Fólkating.

Bárður S. Nielsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur