Fult ræðið í einum væl virkandi Rikisfelagsskapi

13. juni 2015


Vit avgera í stóran mun sjálvi, hvussu samstarvið í Ríkisfelagsskapinum eigur at virka


Vit føroyingar hava góðar møguleikar sjálvi at virka og samráðast undir verandi skipan við heimstýri og Ríkisfelagsskapi.

Tað er best og rættast at hava sum meginreglu og mál, áhaldandi at menna eitt gott samríkið, tí tað gagnar best okkara landið og fólkið.

Eg havi fyrr víst nøkur umráðandi øki, sum eg her vil endurtaka, soleiðis at ung sum eldri veruliga kunnu síggja, hvussu nógv vit sjálvi í veruleikanum dagliga umsita og avgera sjálvi:

• Vit hava okkara egna lóggevandi vald - Løgtingið
• Vit hava okkara egnu stjórn - Landsstýrið
• Vit hava okkara egna stjórnarleiðara - Løgmann
• Vit hava okkara egna mál og eru málsliga betri fyri enn flestu fólk í heiminum
• Vit hava okkara egna flagg - Merkið
• Vit skipa okkara egna vinnupolitikk
• Vit skipa okkara egna umhvørvispolitikk
• Vit skipa okkara egna mentunarpolitikk
• Vit skipa okkara egna almennapolitikk
• Vit skipa okkara egna heilsupolitikk
• Vit skipa okkara egna útbúgvingarpolitikk
• Vit ráða yvir øllum tilfeingi í havinum uttan um okkum og hvussu tað verður gagnnýtt
• Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagnnýta part av teirra tilfeingi – bilateralt samstarv
• Vit ráða sjálvi yvir øllum inntøkum og útreiðslum
• Vit samráðast við onnur lond um handilsavtalur
• Vit ráða yvir øllum tilfeingi í undirgrundini og lóggeva um ræðisrættindini av sama
• Vit ráða sjálvi yvir møguligum oljuinntøkum
• Vit kunnu til eina og hvørja tíð gerast ES borgarar, uttan at vera limir
• Vit kunnu til eina og hvørja tíð og á einum og hvørjum stað kalla okkum føroyingar
• Vit velja um vit vilja hava reyða ES-passið ella grøna føroyska passið – eitt stórt privilegium, sum onnur droyma um

Harafturat, hóast loysingarflokkarnir ikki orka at hoyra tað, so kunnu vit við uttanríkispolitisku heimildarlógini sjálvi gera bæði altjóða og millumtjóða sáttmálar við onnur lond á øllum yvirtiknum økjum.

Á ikki-yvirtiknum økjum verða avtalur gjørdar saman við restini av Ríkinum, men har eru vit við til samráðingarborðið, tá føroysk áhugamál og viðurskifti verða ávirkað av avtalunum - okkara rødd verður hoyrd.

Fámjinsskjalið útgreinar samstarvið viðvíkjandi sendistovum og uttanríkispolitikki annars.

So tað eigur ikki at verða nakar ivi um, at besta loysnin er framhaldandi verja av Ríkisfelagsskapinum.

Vit eru longu í neyvum samstarvi við Danmark og avgera sjálvi í stóran hvønn mun, hvussu hetta samstarv eigur at virka og kann gagna okkara borgarum.

Tí er best at velja eitt av umboðum Sambandsfloksins á Fólkating tann 18. juni - tað tænir tær og Føroyum best.

Johan Dahl, landsstýrismaður
Valevni sambandsfloksins til fólkatingsvalið 2015


RN


Aftur