Heimurin broytist og vit broytast við

15. juni 2015



Fyri loysingarflokkarnar er tað ein oyðumarkagongd at føra valstríð, og politiska valskráin er tann sama sum altíð ella inniheldur lítið og onki nýtt.

Tær afturvendandi hóttanirnar um, at vit einki megna og onga framtíð hava, um vit ikki velja loysingina, rínir ikki við longur - fólkið er tilvitað og er komið víðari.

Allur heimurin stríðist við búskap, vælferð og altjóðagerð. Hetta eru eisini øki, ið Sambandsflokkinum fer til val uppá og vil stríðast fyri.

Tað verður ofta sagt um Sambandsflokkin, at hann ikki vil broytingar og heldur ikki í Rìkisfelagsskapinum. Men lesa vit søguna, so hevur flokkurin flutt seg upp gjøgnum tíðirnar, og kemur eisini at gera tað framyvir, um tað tænir landi og fólki.

Sambandsflokkurin slóðar fyri, tá talan er um handilsavtalur og aðrar avtalur við útheimin, men í samstarvi við onnur lond.

Tí skal tú velja Sambandsflokkin til fólkatingsvalið.

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur