Reyðar stjórnir roynast Føroyum illa

16. juni 2015


Seinastu 25 árini hava prógvað, at tað er alt annað enn líka mikið fyri Føroyar, um danska stjórnin er blá ella reyð


Í valstríðnum siga valevni og valstrategur Javnaðarfloksins, at tað kann gera tað sama fyri Føroyar, um komandi danska stjórnin er reyð ella blá.

Hetta er langt frá veruleikanum, tí fakta er, at reyðar stjórnir roynast Føroyum illa.

Klossutur Nyrup
Tak Nyrup-stjórnina, sum var meira enn óvanliga klossut í síni handfaring av føroyapolitikkinum, tá ið kreppa herjaði okkara land í 1990-árunum.

Hegnið at reka veruligan føroyapolitikk var framúr vánaligt, og har varð so nógv skeivt gjørt frá reyðu stjórnini, at tað endaði við, at undirritaði sum sambandsløgmaður noyddist at stevna Nyrup-stjórnini.

Tað líkist ongum, at tað í einum Ríkisfelagsskapi skuldi ein stevning til fyri at loysa Føroya Banka-málið politiskt.

Arrogant Thorning
Reyða stjórnin, sum skal vigast á valinum hósdagin, hevur eisini roynst føroyingum illa. Lítið annað er at vænta frá einari stjórnin, sum byggir sítt vald á stuðul frá Eindarlistanum og SF, ið eru systurflokkar hjá Tjóveldi.

Besta dømið um, hvussu illa tey reyðu roynast Føroyum er handilsboykottið, sum javnaðarstjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt lat Danmark taka undir við.

Eitt er, at føroyapolitikkurin hjá Thorning setti kílar í Ríkisfelagsskapin. Annað er, at eisini í hesum føri noyddist ein sambandsløgmaður at ganga lógarinnar veg fyri at fáa rætt.

Hitt dømið, sum man sita feskt í minninum á teimum flestu, er, at reyða stjórnin at kalla vendi Føroya løgmanni í hurðini, tá ið hann við fullum mandati vildi tingast um at normalisera Ríkisveitingina. Hetta var toppmáld arrogansa.

Ongin hevði heldur væntað, at ein føroyingur úr Javnaðarflokkinum her heima fór at hjálpa reyðu stjórnini at mótarbeiða landsstýrinum og løgtinginum.

Gev Sambandsflokkinum ávirkan
Soleiðis hava reyðu stjórnirnar roynst Føroyum svikaligar í eina kvarta øld.

Sambandsflokkurin hevur á Christiansborg undanfarin valskeið víst á eina bláa stjórn, og tað gera vit aftur hesuferð. Um ein blá stjórn kemur til valdið hósdagin er eingin ivi um, at lurtað verður eftir føroyskum ynskjum.

Tað er nevniliga alt annað enn líka mikið fyri Føroyar, um danska stjórnin er blá ella reyð.

Mítt tilmæli er, at veljarar atkvøða soleiðis, at ein sterkur Sambandsflokkur kann ávirka á Christiansborg.

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið


RN


Aftur