Apotek er vælkomið í miðbýin

17. juni 2016


Apotekið má rinda marknaðarprís til Tórshavnar Kommunu


Eg havi einki ímóti, at Tórshavnar Kommuna (TK) nú ætlar at leiga út eitt hølið til apotek í miðbýnum. Eg heilsi tí ætlanini vælkomnari, sum alt annað, ið kann viðvirkað til økt virksemi í miðbýnum og gera býin meira lívligan uppá ymsar mátar.

 

Tá tað er sagt, skal eg viðmerkja, at Apoteksverk Føroya er ein landsstovnur og hevur inntøkufíggjað virksemi, og eigur tí ikki at fáa sersømdir frá TK, men rinda tann leiguprís, sum onnur noyðast at rinda.

 

Eg haldi, at vit eiga ikki at hava fleiri leiguprísir, alt eftir hvør leigarin er, og soleiðis geva nøkrum framíhjárætt ella gera mismun á teimum, sum vilja leiga frá kommununi – hendir tað, gerst talan um ein fjaldan stuðul.

 

Tað er henda ólíkað viðgerð og vantandi meginreglur, sum eg eri ímóti.

 

Apotekið kemur oman í miðbýin, tað er heilt vís til stóra gleði fyri nógv fólk, tað havi eg einki ímóti.

 

Apotekið eigur bara at rinda vanligan marknaðarprís - alt annað er kappingaravlagandi.

 

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin


RN


Back