Ætlar samgongan í kríggj?

13. juli 2016


Samgongan roynir at skapa eitt stríð millum Føroyar og Danmark, sum ikki er til


Tað hevur verið breið politisk semja um, at Føroyar eru neutralar í krígshøpi. Nú vil Landsstýrið broyta hetta.

 

Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu verða neutralar, tá krígsstøður íkoma. Hetta vil landsstýrismaðurin í uttanríkismálum broyta, nú danski uttanríkisráðharrin kemur á vitjan.


Landsstýrið vil vera við, at Fámjinsskjalið ikki er fylgt í sambandi við, at Danmark sendi stríðsflogfør og servandar hermenn til miðeysturs í kríggj.
 

Fámjinsskjalið ásetur, at í málum av týdningi fyri Føroyar skulu vit hoyrast, orðingin er: "I forvaltningen af udenrigs- og sikkerhedspolitiske spørgsmål af betydning for Færøerne er det naturligt, at Færøerne medinddrages og har medindflydelse".

 

Hvussu fær Landsstýrið hetta til, at Føroyar skulu hoyrast, tá Danmark sendir stríðsflogfør og hermenn til miðeysturs, samstundis, sum vit vilja verða neutral, tá kríggj umræður.

 

Føroyingar eru undantiknir herskyldu, vit rinda ikki fyri verju og Løgtingið hevur samtykt, at vit skulu verða neutral, tá krígsstøður íkoma. Um hetta skal broytast eiga vit at viðgera hetta væl og virðiliga í Løgtinginum, tí hetta kann fáa vanlukkuligar fylgir fyri Føroyar.


Er hetta bara enn ein roynd hjá 14. September samgonguni at skapa eitt stríð millum Føroyar og Danmark, sum ikki er til?

Bárður S. Nielsen
Formaður Sambandsfloksins


RN


Back