Samgongan førir banka- og fíggjarkervið á vandakós

10. august 2016


Politisk eksperimentir hjá samgonguni órógva banka- og fíggjarkervið í Føroyum


Í sambandi við innskjótaratrygd og bankapakkar, umframt trygdarnetið, sum bjargaði okkara bankakervi frá húsagangi fyri nøkrum fáum árum síðani, so framdi danska stjórnin nøkur tiltøk og gjørdi nakrar skipanir, sum skuldu gera sannlíkindini minni fyri, at ein fíggjarkreppa endurtók seg.

 

30 løgtingslimir tóku undir við Det Systemiske Risikoråd ella einum "Váðaráði".

 

Hesi tiltøk og skipanir hava sum endamál at tryggja fíggjarligt støðufesti og haldføri.


Samgongan við Tjóðveldi á odda, skal nú knappliga hava eitt Váðaráð afturat á einum málsøki, sum ikki er yvirtikið, nevnliga okkara fíggjargeiri.
 

Tí er vandi á ferð. Tað, sum samgongan arbeiðir við av broytingum og ”føroyskum serloysnum”, kann hava við sær ótryggleika og álvarsligar fíggjarligar avleiðingar fyri banka- og fíggingarvirksemið, umframt eisini avleiðingar fyri vinnuna og alt samfelagið. Tað almenna ætlar nú m.a. at útinna kappingaravlagandi banka- og fíggingarvirksemi við hesari serskipan, sum her verður lagt upp til.

 

Danska stjórnin er ørkymlað og Løgtingið tað sama.

 

Eftir hesum uppskotinum frá samgonguni veit ongin, hvør fær greiðu og eintýðugu ábyrgdina, tá nú tvær lógir skulu hava gildið um sama málsøkið, eitt ríkislógartilmælið, sum er felagsmál og ein løgtingslóg, sum roynir at seta ríkislógina úr gildi.

 

Hetta er ein konfrontatión við danir, sum setir spurnartekin við trygdina og støðufestið innan banka- og fíggjarøkið í Føroyum.
 

Slíkar fráboðanir og politiskar verkætlanir, sum samgongan og Tjóðveldi her eksperimentera við, skapa ótryggleika í samfelagnum og vinnuni. Og tað er júst tað vit ikki hava brúk fyri, tá vit skulu skapa fortreytir fyri búskaparvøkstri, lágari rentu, lágum skattatrýsti o.a.

 

Tað kann tí tykjast løgið, at Javnaðarflokkurin við løgmanni á odda er so ósjónligur í hesum álvarsliga politiska máli – hvat sigur Javnaðarflokkurin og løgmaður?

 

Kaj Leo Holm Johannesen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back