Eitt prosent av fullveldi

15. august 2016


Ein spurningur um trúgv at skipa føroyska búskapin uttan stuðul ella ríkisveitingina


Búskapargrunnurin skal nýtast sum eitt amboð til at minka ríkisveitingina burtur av fíggjarlógini, og málið við honum skal vera ein sterkur og sjálvstøðugur búskapur. Tað var boðskapurin hjá Paula T. Petersen, framsøgumanni hjá Tjóðveldi, tá eitt uppskot um búskaprgrunnin var fyri í Løgtinginum fríggjadagin.

 

Framsøgumaðurin segði seg trúgva uppá, at vit megna at skipa ein búskap uttan stuðul.

 

Hetta var sami boðskapurin, sum vit hoyrdu ferð eftir ferð, tá samráðingarnar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum fullveldi vóru slitnaðar fyri skjótt nógvum árum síðani. Nú skuldi Búskapargrunnurin koma ístaðin fyri ríkisveitingina.

 

Fínasta slag – men har er bara eitt stórt ”men”...

 

Gongst sum landsstýrið ætlar, fer landskassin at hava 9 mió. krónur í avlopi í ár og 50 mió. næsta ár.

 

Av hesum pengunum skulu 20 prosent í Búskapargrunnin. Tað vil siga, at avlopið ger tað møguligt at leggja 12 mió. krónur í Búskapargrunnin eftir tveimum árum (6 mió. í meðal um árið).

 

Heildarveitingin gevur landskassanum meira enn 600 mió. krónur á hvørjum árið, so við hasari ferðini tekur tað góð 100 ár við ríkisveiting at spara upp til eitt ár við fullveldi. (400 ár til eitt heilt valskeið).

 

Sjálvandi er tað skilagott at goyma pengar í góðum tíðum, men máti skal vera við skeivum samanberingum. Pengarnir mugu fyrst í grunnin, áðrenn vit kunnu taka teir út aftur, og 600 mió. krónur eru hóast alt rættiliga nógvir pengar.

 

Helgi Abrahamsen


RN


Back