Sambandsflokkurin avmarkar skaðan

17. august 2016


Skaðin og órímiliga býtið av fiskiveiðimøguleikum, sum samgongan hevði í hyggju at fremja, hevur Sambandsflokkurin saman við øðrum andstøðuflokkum megnað at avmarkað


Sum stórur andstøðuflokkur hevur Sambandsflokkurin tikið ábyrgd saman við Miðflokkinum og Nýggjum Sjálvstýri og gjørt eina neyðuga semju við samgonguna um fiskidagarnar fyri komandi ár.

 

Semjan ber í sær, at víðgongda upprunauppskotið hjá 14. september-samgonguni er broytt, so skaðin á flotan verður avmarkaður.

 

Ætlaði niðurskurðin í fiskidøgum er farin úr 30 prosentum niður í 15 prosent, og tillutanin av eyka døgum er nógv lægri: 7,5 prosent. Harumframt verður bólkur 5 skorin við 10 prosentum í staðin fyri 15 prosentum.

 

Soleiðis fær fiskiflotin møguleika at reka lønandi vinnuvirksemi næsta fiskiár.

 

Talan er um eina avvigan av vinnumøguleikum og verju av fiskastovnunum, ið tekur frástøðu frá víðgongda fiskivinnupolitikkinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

 

Sambandsflokkurin heitir nú staðiliga á 14. september-samgonguna um beinanveg at fara til verka við framtíðar fiskivinnunýskipanini, sum skal setast í verk í 2018. Vinnan má og skal vita, hvørjar treytir hon hevur at virka undir frameftir.

 

Eisini er umráðandi, at landsstýrið fylgir løgtingssamtyktini, ið Sambandsflokkurin legði fyri Tingið - og sum Tingið samtykti einmælt - um at útvega føroyskum fyritøkum nógv betri atgongd til ES-marknaðin.

 

Tá verður stór virðisøking og munandi fleiri vinnulig arbeiðspláss í Føroyum til stóran fyrimun fyri fólk, fyritøkur og vælferðarskipanir.

 

Bárður S. Nielsen

Formaður í Sambandsflokkinum


RN


Back