Kommunulæknatrot - ov leingi at bíða eftir einari loysn

26. august 2016


Landsstýriskvinnan í heilsumálum má arbeiða skjótari við einari loysn á kommunulæknaøkinum


Svar frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur nú svarað mær skrivliga fyrispurninginum, sum eg setti henni sambært § 52a í Tingskipanini, um ótryggu kommunulæknaviðurskiftini, sum eru í pørtum av landinum.

 

Svarið frá landsstýriskvinnuni kann lesast á heimasíðuni hjá Løgtinginum: www.logting.fo

 

Álit um nýggja kommunulæknaskipan

Tað er gott, at landsstýriskvinnan og Heilsumálaráðið arbeiða miðvíst við at loysa hetta álvarsmálið, og at tað verður arbeitt í tráð við tað, sum Álitið um nýggja kommunulæknaskipan mælir til.

 

Hetta álit er orðað av Kommunulæknafelag Føroya og Heilsumálaráðnum, og verður har serligur dentur lagdur á at skipa nøkur heilsuøki við heilsudeplum kring landið.

 

Ov leingi at bíða eftir einari loysn

Tað, sum eg ikki eri nøgdur við í svarinum er tíðarætlanin fyri, nær landsstýriskvinnan væntar, at málið verður loyst ella nær vit koma at síggja broytingar.

 

Eg haldi, at tað er ov long tíð at bíða í umleið 1½ ár til nýggja skipanin við heilsuøkjum og heilsudeplum verður sett í verk. Tá er enntá ikki vist, at henda langa tíðarætlan heldur.

 

Sum landsstýriskvinnan nevnir, so verður sagt bæði í Heilsunýskipanini og í Álitinum um nýggja kommunulæknaskipan, at farast eigur frá verandi skipan til eina nýggja skipan við heilsudeplum í heilsuøkjum kring landið.

 

Hví so ikki fara til verka beinanvegin og gera brúk av tí tilfari, sum t.d. er í hesum báðum álitunum?

 

Hví skal nú aftur ein nevnd setast til at gera eina menningarætlan, sum snýr seg um at skipa heilsudeplar í heilsuøkjum kring landið, tá vit hava tvey álit, sum hava boð upp á, hvussu vit loysa trupulleikan?

 

Ivaleyst er tað soleiðis, at lógarbroytingar skulu til ella nakrar tillagingar, men ikki átti at verði neyðugt at sett enn eina nevnd at fyrireika ella arbeitt við hesum.

 

Uppgávan eigur umsitingin í Heilsumálaráðnum at kunna taka sær av og loysa.

 

Tørvur á politiskari handling

Hesir trupulleikar við læknatroti hava verið í fleiri ár, eru vaksandi og tað hevur verið víst á teir óteljandi ferðir. Landsstýriskvinnan eigur tí ikki aftur nú at seta eina nevnd, men heldur at skera ígjøgnum og fáa gongd á arbeiðið fyri veruliga at loysa málið.

 

Okkum tørvar eina dygdargóða, trygga og støðuga loysn á trupulleikunum í verandi kommunulæknaskipan - ongantíð ov skjótt.

 

Magnus Rasmussen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back