Katrin Joensen stillar upp fyri Sambandsflokkin

30. august 2016


Nýtt kvinnuligt valevni fyri Sambandsflokkin


Katrin Joensen stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

 

Hon er fødd og uppvaksin í Havn og er 46 ár. Útbúgving: Cand. Mag. í CCG (Culture, Communication & Globalisation) og MA í løgfrøði.

 

Katrin hevur starvast sum fulltrúi og samskiftisfólk á Landssjúkrahúsinum seinastu 7 árini. 

 

Hon hevur altíð fylgt við í politikki og havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.

 

Eitt av hennara hjartamálum er arbeiðið at nøkta eftirspurningin eftir bústaðarmøguleikum og samstundis tálma sethúsaprísirnar, soleiðis at familjur við miðalinntøkum eisini kunnu seta búgv í Tórshavnar Kommunu.

 


RN


Back