Eingin orsøk at aftra seg vegna aldur

1. september 2016


Lógarkravdar reglur um javnt kynsbýti á t.d. vallistum og í nevndum minnir ikki sørt um trælahald


Munur á kvinnum og monnum

Tað gongur sjón fyri søgn, at einki mark er fyri, hvussu gamlir menn eru, tá teir stilla upp til eitt val – og verða valdir.

 

Men tá tað kemur til kvinnurnar. Uh, nei, so eru tær næstan komnar á gravarbakka, tá tær fara um tey 60 árini, hóast tøl greitt vísa, at kvinnur liva munandi longur enn menn.

 

Tað er tíanverri partvíst okkara egna skyld, at vit tilkomnu kvinnur eru so ”underdanigar”.

 

Tað líka sum liggur í luftini, at kvinnur vegna aldur ikki stilla upp til eitt býráðs- ella løgtingsval. Mannfólkini hugsa ikki í somu banum sum vit. Sambært teimum sjálvum eru teir frá nátúrunar hond begávaðir við politiskt framúrskarandi evnum.

 

Vit kunnu bara hyggja rundanum okkum og meta um politiska landslagið, og hvussu aldursmunurin millum kynini har sær út.

 

Tá tey hálvtundrað árini eru rokkin, minkar tann frammanundan lága kvinnuluttøkan á politiska vígvøllinum uppaftur meiri.

 

Nokk so løgið, tí tá eru pinkubørnini, sum vit sum kvinnur mangan brúka sum umbering fyri ikki at fara upp í politikk, tilkomin og mangan eisini blivin foreldur.

 

Trælahald

Eg eri ikki feministur og absolutt ikki tilhangari av, at nevndir ella valevnislistar sambært lóg skulu verða samansettir helvt um helvt av báðum kynum.

 

At noyða kvinnur uppá ein vallista fyri, at listin skal lúka lógarkravdum reglum, minnir ikki sørt um trælahald í mínari verð, vælvitandi, at man við hesum traðkar á eina sera kenslusama líktorn.

 

Sjálvandi alt við máta. Tíbetur er slík lóg ikki komin í gildi hjá okkum.

 

Týdningarmikið er, at kvinnurnar sjálvar gera av, hvat tær vilja, og at aldur ikki er nøkur forðing, heldur tá tað kemur til at stilla upp til eitt val.

 

Eitt heilt annað er, at gamlar kvinnur á sama hátt sum gamlir menn –  uttan at nevna onnur enn meg sjálvan -  ikki eiga at aftra okkum við at stilla upp til eitt kommunuval, men halda okkum framat fyri at gera ein mun, um vit tíma, orka og vilja tað.

 

Tað er ein av orsøkunum til, at eg stilli upp fyri Sambandsflokkin til komandi býráðsval 2016.

 

Hin orsøkin er, at mín partur ikki skal liggja eftir, tá tað kemur til at betra um tilveruna hjá okkum eldru borgarum, sum alla tíðina vera raktir av sparingum, meðan kommunan í berum ørskapi keypir eitt hús fyri og annað eftir fyri okkara skattapengar, næstan sum tá vit spæla Matador.

 

Beate L. Samuelsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back