Kaotiskt kommunalt sjálvtøkuborð

5. september 2016


Fíggjarliga svansið í Tórshavnar kommunu má halda uppat


So kom tað loksins fram alment. Søgan um spísiborðið, sum umsitingin í Tórshavnar kommunu hevur keypt til Móttøkuhúsið í Tróndargøtu fyri góðar kr. 365.000,-.

 

Hvat hugsar byráðið fyri sær? At keypa eitt borð fyri so vanvittiga nógvar pengar?

 

Sjálvandi ber altíð til at geva eini umsiting skyldina fyri eitt slíkt keyp, men tað er ið hvussu er Tórshavnar byráð og tey, sum manna meirilutan har, ið hava ábyrgdina.

 

At hava ein Javnaðarflokk sitandi við eini fíggjarligari ábyrgd, kann ikki annað enn enda galið.Hann heldur seg eiga alt og kann tíverri, sum í hesum sjálvtøkuborð-málinum, gera, sum hann vil og síðani smyrja ábyrgdina yvir á onkran annan.

 

Tað rørir hann ein doyt at brúka skattaborgarans pengar, sum best ber til.

 

Áhugavert verður at hoyra, hvussu borgarstjórin í síni sjóforkláring fer at vevja runt í hesum málinum og lata, sum um hann einki visti um tað, sjálvt um tutlað hevur verið um tað í krókunum í seinastuni.

 

Tað verður ein gøla og má ikki henda, at ein einsamallur flokkur enn einaferð sleppur framat stóra valdinum í eini kommunu sum okkara eftir komandi býráðsval.

 

Fíggjarliga svansið í Tórshavnar kommunu seinastu fýra árini má og skal halda uppat.

 

Tað má vera slutt við skilaleysum húsakeypum og frekum innkeypi av innbúgvi.

 

Skal skil fáast á, er Sambandsflokkurin hin rætti, tá krossurin skal setast 8. november 2016.

 

Beate L Samuelsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back