Reidar Jacobsen stillar upp fyri Sambandsflokkin

8. september 2016


Enn eitt valevnið stillar upp fyri Sambandsflokkin


Reidar Jacobsen stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

 

Hann er 50 ár. Býr á Argjum og er eisini uppvaksin har.

 

Reidar arbeiðir sum goymslumaður hjá Blika.

 

Áhugi hansara fyri býráðspolitikki fevnir vítt, men serliga eru tað bústaðarmøguleikar, trivnaður, børn og ung og eldraøkið, sum eru hansara hjartamál.


RN


Back