Havnin - ein kappingarførur lestrarbýur?

19. september 2016


Við ørgrynni av lestrartilboðum, er týdningarmikið at stuðla undir einum kveikjandi letrarumhvørvi, við heildarmenning av Tórshavnar Kommunu fyri eyga


Havnin hevur lesandi innan nógv ymisk økir.
 

Við studentaskúla, handilsskúla og tekniska skúla, har møguleiki er fyri at lúka miðnámsprógv, og Vinnuháskúla og Fróðskaparsetrið, sum veitir fakligar førleikar á hægri støði, er ein ørgrynna av lesandi í Havn.

 

Tó væntar teimum eitt kveikjandi lestrarumhvørvi, sum kann verða karmur um bæði teirra fakliga og sosiala gerandisdag í lestrartíðini.
 

Kommunan eigur tí at hava áhuga í at skapa teimum karmar og at skipa samstarv millum tey lesandi og vinnuna, til frama fyri heildarmenning av Havnini.

Samstarv við arbeiðsmarknaðin undir lestrartíðini
Umvegis praktik, lestraruppgávur og samstarv við vinnuna, skal komunan vera við til byrta undir samstarvið millum skúla og vinnulív, fyri at tryggja sambandið millum tey lesandi og arbeiðsmarknaðin.

 

Ágóðin skal gjarna gerast, at tey ungu vera rótfest í býðnum, ella í hvussu er fáa royndir við føroyska arbeiðsmarknaðin innan tey fara uttanlands at lesa. Tí uttan iva gerst lættari at koma heimaftur til umhvørvi innan teirra fakøki, um tey hava fingið royndir og sambond frammanundan.

Bókasøvnini skulu hava størri leiklut
Bókasøvnini skulu somuleiðis verða eitt umhvørvið tey lesandi velja at nýta til lestnaðin, og ikki einans eitt stað, har tey lána bøkur at taka heim við.
 

Umhvørvið á bókasøvnunum skulu gera tað gjørligt at fáa rúmd fyri at lesa ella at skriva uppgávur á staðnum, tætt at keldunum tey ynskja at nýta, og hava møguleika at fáa skjóta atgongd til.
 

Komptent faklig hugskot og hjálp til keldur er av allarstørsta týðningi undir lestnaðinum, og hendan tørvin kunnu bókasøvnini bera, um fysiska umhvørvið er til staðar.    

 

Lestrarhús og sosiali tørvurin
Sosiala lívið er nærum líka týdningarmikið fyri tey ungu í lestrartíðini sum fakliga umhvørvið, tí tað er ofta undir lestnaðinum at sosial sambond mennast fyri lívið.
 

Eitt virki lestrarhús má veitast, har tey ungu uppá tvørs av ymsu lestrarøkjunum kunnu møtast í frítíðini og vera sosial á óformellan hátt, men har fakligheit og læring samstundist myndar umhvørvið við fyrilestrum, framløgum, íverksetan og fakligum ískoytum til teirra gerandisdag sum lesandi. 
 

Eitt lestrarhús við einum sosialum frítíðarumhvørvi, kann somuleiðis verða við til at byrta undir, at tey lesandi sum koma av bygd gerast partur av ítrotti ella øðrum sosialum ella mentanarligum felagsskapum her í Havn.
 

At gerast partur av felagsskapi í nærumhvørvinum skapar trivna, og er við til at rótfesta tey í kommununi.

Kunningarportalur til tey lesandi
Ein upplýsandi heimasíða við  kunning bæði til og um lestrarmøguleikar og lestrarumhvørvið í Tórshavnar Kommunu er neyðug, har tilboð til tey lesandi, bæði innan og undir lestnaði skal tryggja neyðuga kunning, fyri lættliga at kunna skapa sær yvirlit av lestrarumhvørvinum í Havn.

 

Campus
Av allar størsta týdningi er tó at veita teimum lesandi bústað í einum umhvørvi, har tey kunnu fylkjast við øðrum lesandi,-  eitt kampusøki ella kollegie við smærri íbúðum.
 

Tí lestrartíðin er eisini tíðarskeiðið, har tey ungu gerast vaksin, ynskja at klára seg sjálvan og flyta heiman.

 

Kommunan hevur tískil eina avbjóðing í at skapa nøktandi karmar um tey lesandi, í kapping við útlendskar kommunur, har somu lestrartilboð verða bjóða sum vit longu hava her.
 

Í longdini vil ein íløga í lestrarumhvørvið menna vinnulívið, íverksetarandan, ítrottar- og mentanarlív, og rótfesta tey lesandi í Tórshavnar Kommunu.

Tey ungu eiga framtíðina, og sáa vit ikki í meðan vit hava tey í nærumhvørvinum, megna vit neyvan at heysta seinni.

 

Katrin Joensen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back