Sosiala netverkið má ikki svíkja

20. september 2016


Sambandsflokkurin kann einki gera við, at vit eldast, men Sambandsflokkurin kann betra um umsorganina av okkara eldru


Í valskrá okkara fer Sambandsflokkurin at leggja stóran dent á ein sterkan og støðufastan kommunalbúskap við góðum vælferðartænastum, ið skal koma hvørjum einstøkum av okkara borgarum til góðar.

 

Men tað er ikki lætt, sum støðan er. Serliga ikki, tá ein kommuna sum Tórshavnar kommuna fyllir skattapengarnar í stóru pengakistuna fyri síðani at keypa innantómar bygningar í staðin fyri at hækka íløguna til eldraøkið og vælferðartænastuna í síni heild.

 

Fyri meiri enn hálvum øðrum ári síðani yvirtóku kommunurnar  eldraøkið, eftir sum kommunurnar høvdu besta kunnleikan til tørvin hjá okkum eldru. Hartil kom, at summar kommunur, verri enn so allar,  søgdu seg verða til reiðar at yvirtaka økið. (Samstundis liggur í hesum ein fjaldur frívillugur tvingsul frá landsins síðu, at eggja kommunur til at leggja saman).

 

Vend má koma í

Ein kommuna skuldi kent sínar borgarar best, men tá tað kemur til at taka sær av teimum/okkum, sum vanta hjálp, kennist kommunan verri enn so altíð við sínar borgarar.

 

Tá verða vit slept uppá fjall. Orsøkin er, at fleiri kommunur yvirhøvur ikki eru til reiðar at taka sær av eldraøkinum, einum øki, ið er so stórt, at sjálvt landið ikki var ført fyri røkta sínar lógarásettu uppgávur og fekk skumpað økið yvir á kommunurnar.

 

Her má vend koma í.

 

Tað sama siga sjálvandi allir flokkar, sum stilla upp til kommunuvalið komandi, men Sambandsflokkurin meinar tað, hann sigur, og ætlar sær eisini at gera nakað við tað.

 

Umsitingin av eldraøkinum hevur ikki riggað serliga væl við sitandi manning í skjótt farna valskeið eftir. Tað kundi verði betur. Tað er ongantíð gott fyri eitt býráð ella eitt lóggevandi ting, at ein flokkur einsamallur hevur meirilutan, so sum Javnaðarflokkurin hevur manurerað seinastu fýra árini.

 

Val var t.d sunnudagin í Russlandi, og vit síggja/lesa longu nú, hvussu tey puffa har yviri eftir, at ein einsamallur flokkur hevur fingið meirilutan.

 

Bara hesa seinastu vikuna havi eg frætt um tvey dømi um álvarsliga sjúkar eldri sjúklingar í okkara kommunu, sum útskrivaðir eru av Landssjúkrahúsinum.

 

Útskrivaðir til hvat? Til einki. Jú, útskrivaðir til eina tóma íbúð og eini tóm hús.

 

Hatta kenna vit, og dømini eru mong. Avvarðandi vilja sjáldan standa fram við sínum lagnusøgum av ótta fyri, at so verður kanska uppaftur verri.

 

Oyramerktir pengar

Hetta eru einsamøll fólk, sum higartil hava klárað seg sjálvi, men sum tíverri eru komin soleiðis fyri, at tey knappliga krevja neyðuga hjálp hvønn einasta dag. Pláss er ikki fyri teimum nakra staðni. Og sjúkahúsverkið? Ja, har eru hesi sjúklingar, sum upptaka eina song ov nógv. Haraftrat er tað eitt stórt minus, at sjúklingarnir eru gamlir. Og so má familjan um rest.  

 

Sambandsflokkurin kann einki gera við, at vit eldast og gerast gomul, men Sambandsflokkurin kann gera, hvat hann megnar at betra um ta umsorgan, so tey, ið eru illa fyri, kunnu fáa neyðugu hjálpina og umsorganina, um vit koma fjølment framat í Tórshavnar býráð.

 

Tí má íløgukarmurin til eldraøkið hækkast. Fíggingin má kunna fáast til vega t.d. við, at býráðið sleppur sær av við óneyðugu keyptu ognir sínar, og oyramerkir peningaupphæddina til eldraøkið.

 

Beate L. Samuelsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back